|
E l i n B r i m h e i m H e i n e s e n
BETRI ÚRSLIT SAMAN - BEDRE
RESULTATER SAMMEN -
BETTER RESULTS
TOGETHER
|
|
Forsíðan |
|
Foto: Maria Olsen 2008
Elin Brimheim Heinesen
CV
Stoffalág 18
FO-100 Tórshavn
Fartelefon 21 31 02
Email:
elin(at)heinesen.fo
www.heinesen.fo |
Olfert Fischers Gade 44,
st.11
1311 København K
Telefon 32 97 60 22 |
Profil
Fødd tann 25.06.1958 og
uppvaksin í Tórshavn. Fekk eina dóttur í 1990. Hevur búð í Danmark síðan
1983, í Keypmannahavn síðan 1986. Flutti til Føroya á várið 2007.
Yrkisroyndir
Stutt yvirlit yvir fakligar
royndir:
|
Bransja
|
Yrki
|
Ár
|
|
Alment
|
Stjóri
|
2
|
|
Mentan & miðlar
|
Journalisur, ritstjóri
og blaðstjóri
|
8
|
|
Internet & KT
|
Webmaster og
webritstjóri
|
7
|
|
Marknaðarføring
|
Marknaðarstjóri/-samskipari
|
3,5
|
|
Pedagogikkur
|
Lærari (almenfakligur,
fólkaskúla og student)
|
1,5
|
|
Søla
|
Telemarketingkonsulent
ur
|
1
|
|
Herav leiðsluroyndir
|
13
|
Ummæli
Størv
- í umvendari kronologiskari
raðfylgju
-
September 2009 - Miðla-
og menningarleiðari í Kringvarp Føroya. Sí
www.kringvarp.fo
-
Mai 2007 - August 2009
Sjóri á SamViti - Faroe Islands Enterprise (Útflutnings- og ferðaráð).
SamVit bleiv integreraður partur av Uttanríkisráðnum 1. apríl 2009.
Áðrenn samanleggingina var SamVit ein sjávstøðugur almennur stovnur undir Vinnumálaráðnum
- tó frá september 2008 undir Uttanríkisráðnum. Uppgávan hjá
stovninum var at birta uppundir at burðardyggar vinnur, sum hava
alheimin sum marknað, verða mentar. SamVit skuldi økja tilvitanina
um kappingarsamleika føroyinga og virka fyri, at føroysk vinna gerst
altjóða kappingarfør. SamVit skuldi skapa nýggjar vinnu- og
útflutningsmøguleikar við at styrkja innlendis samstarvið, so vinnan
stendur sterkari úteftir, knýta sambond og skipa netverkan bæði
innlendis og út í heim. Í samstarvi við vinnuna skuldi SamVit kunna um
og marknaðarføra Føroyar, føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum
íløguland og sum ferðaland. Sí her:
www.samvit.fo og
www.visitfaroeislands.com
-
Juli 2003 - apríl 2007 Blaðstjóri
á KIWI magazine í blaðhúsinum Chili Group.
Var við til at stovna magasinið og gera konseptið. KIWI magazine
er størsta magasin hjá Chili Group. Tað kemur í 200.000 eintøkum og
hevur íflg. Gallup um 400.000 lesarar. Magasinið er 100 prosent
lýsingarfíggjað
og er ein blandingur av einum brúkarablað og einum dámumagasini,
litríkt prentað á blankt pappír og við nógvum góðum praktiskum ráðum,
sum skulu gera skundsama gerandisdagin hjá lesarunum lættari - fyrst
og fremst ráð um at spara tíð og pening og til at seta egnan dám á
tingini. Málbólkurin er mest kvinnur úr 25 til 50 ár. Chili Group
hevur avtalu við handilsketuna Netto um ókeypis distribusjón í øllum
Danmark móti at Netto hevur serrættindini til at distribuera
magasinið. Hygg annars her: www.kiwimagazine.dk og
www.chiligroup.dk
-
December 2002 - Apríl 2003: Í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarleiðari í Føroya Tele, har eg
kannaði møguleikarnar fyri at grundarlegga eina nýggja handilsligt
grundaða sjónvarpsrás bara við føroyskt framleiddum tilfari. Skrivaði
rapport um kanningararbeiðið.
-
Oktober 2002 - 1. december 2002: Flutti til føðilandið Føroyar eitt skifti - m.a. fyri at leggja síðstu
hond á ein sjónvarpsfilm í tveimum pørtum hjá Gullu Øregaard um pápa
mín, føroyska rithøvundin Jens Paula Heinesen. Stóð fyri tónleikinum,
klipti og redigeraði filmin. Hoyr tónleikin
her.
-
November 2001 - Oktober 2002: Redaktiónsstjóri í Komiteen for Sundhedsoplysning - eitt almennnyttugt
felag, hvørs endamál er at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku við
upplýsing. Komitein gevur út og distribuerar eina røð av prentútgávum
og undirvísingartilfari um heilsu. M.a. ungdómsblaðið UNG, sum verður
distribuerað í 160.000 eintøkum fýra ferðir um árið til allar 8., 9.
og 10. flokkar í Danmark. Sí www.sundhedsoplysning.dk,
www.ung-bladet.dk
og www.ung-rejseguide.dk.
Hevur enn partvíst ábyrgd av webtiltøkunum hjá Komiteini á freelance
grundarlag.
-
Februar 2000 til Oktober 2001: Ritstjóri og stovnari av
www.kvindekanalen.dk
(link til stóra PDF-fílu!)
- eitt netmagasin hjá World Onlines (nu Tiscali) fyri kvinnur við
innihaldinum: shopping, brævkassi, kropp & psyka, lívsstílur & mentan,
vinna & KT. Stóð fyri visjón, menning av konsepti og strategi, umframt
rakstri. Leiðandi meðarbeiðari fyri ein redaktiónsskrivara, umframt 40
tilknýttar freelancarar. Hóast síðan var fimta størsta kvinnusíða í
Danmark, mátti hon lata aftur í august 2001, tá inntøkugrundarlagið
minkaði dramatiskt orsaka av táverandi heimsumfatandi KT-kreppuni.
kun adgang til
www.kvindekanalen.dk
via login: elin - password: thoka0Qu
-
Fra juli 1997 til ?: Stovnaði egna einkultmannsfyritøku (í fyrsta umfari tí eg skuldi hava
nakað at liva av, meðan eg gekk á Den Danske Filmskole). Fyritøkan
bjóðar ymiskar tænastur innan samskifti og vinnuráðgeving, umframt ger
heimasíður. Havi haft fleiri størri kundar síðan 1997 m.a.
Vinnumálaráðið,
Oljumálaráðið,
Menningarstovan (Faroe Islands
Trade Council). Havi enn fyritøkuna við síðuna av føstum størvum.
-
1995- 96: Marknaðarsamskipari í Kulturby 96. Her legði eg ætlanir fyri
lýsingarframtøk, tilrættislegði og gjørdi lýsingartekstir og
lýsingarlayout bæði fyri Kulturby 96 sum heild og fyri einstøk projekt
undir Kulturby 96. Eg stóð eisini fyri felags lýsingartiltøkum saman
við donsku ferðavinnuni, Danmarks Turistråd og Wonderful Copenhagen,
og samráddist dagliga við lýsingarseljararar úr Danmark og úr
útheiminum yvirhøvur. Eg skuldi vera til taks fyri tey knapt 600
kulturbýarprojektini og veita teimum ráðgevingartænastu í spurningum
um marknaðarføring. Eg samskipaði samarbeiðið um marknaðarføring
millum projektini og vann fyrimunir av samarbeiðnum, sum t.d. fekk
felags avsláttaravtalur í lag við lýsingarmiðlar. Harumframt stóð eg
eisini fyri umfatandi kulturbýarflagguppseting og -útleiðing og fyri
ferðslulýsingum annars, tað verið seg streamers og heingiskeltum á og
í bussum, uppseting av plakatum í býnum og distribusjón av faldarum í
høvuðstaðarbussunum.
-
1994-95: Sølu- og
marknaðarstjóri á Folketeatret i Keypmannahavn. Her legði eg
marknaðarføringina av sjónleikarhúsinum og tiltøkum tess til rættis.
Eg skrivaði og sendi út sølubrøv, hevði dagligt samband við og setti
saman ’sjónleikarpakkar’ fyri sjónleikaáhugað – serliga
meðarbeiðarabólkar úr størri fyritøkum – orðaði tekstir í prentlutum
og lýsingum, ritstjórnaði, gjørdi layout og stýrdi framleiðsluni av
prentlutum, so sum skráir, plakatir, postkort o.a. Harumframt hevði eg
merchandisesølu, sølu av lýsingum til skráirnar og sponsorering um
hendi. Eg stovnsetti eina dátabasu, sum fyrst og fremst var nýtt til
direct marketing. Og eg sat í ymiskum nevndum og samráddist við
áhugabólkar hjá sjónleikarhúsinum, bæði listafólk og vinnulívsfólk.
-
1992-93: Marknaðarleiðari í P/F SMS í Havn. Her stovnsetti og framleiddi eg
fyrst og fremst lýsingarsendingar við heitinum 'SMS-varpið', sum vóru
sendar hvønn týsdag. Sendingarnar høvdu meg sum vert og vardu umleið 5
minuttir hvør í meðal. Innihaldið var bæði lýsingar, samrøður, umtalur
av tiltøkum o.a. Harumframt seldi eg SMS-varps- og blaðlýsingar til
handlarnar í SMS og umsat ymisku framsýningarnar og tiltøkini, sum
fóru fram á torginum hvørja viku.
Áðenn lidnað útbúgving:
-
Ársvikarur á
Studentaskúlanum í Hoydølum. (Fulla tíð 1981-82)
-
Blaðfólk á '14. september'
og á mánaðarblaðnum 'Magn'. (Fulla tíð 1978-79)
-
Útvarpsmeðarbeiðari og
plátuvørður í Útvarpi Føroya (Fulla tíð 1978)
-
Læraravikarur á
Eysturskúlanum. (Fulla tíð 1977-78)
Meðan eg
havi lisið:
-
Frásøgufólk og guide á
tøknifrøðiligu framsýningini 'Teknovision' í Keypmannahavn. (Summarið
1992).
-
Marketingmeðarbeiðari í
fyritøkuni EC-Marketing (Parttíð 1987-88)
-
Kantinumerðarbeiðari í
Føroyahúsinum í Keypmannahavn (Parttíð 1986-87)
-
Handilsmeðhjálp í Nýggja
Bókhandli. (Summarið 1986)
-
Skrivstovuhjálparfólk á
Fróðskaparsetri Føroya. (Nógvar summarfrítíðir í tíðarskeiðnum
1983-91)
-
Hjálparfólk á
Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu. (Summarfrítíðirnar
1979-1981)Atgongumerkjasølufólk, barrvørður og kontrollørur i
Tórshavnar Jazzklubba. (Vikuskifti 1976-1982)
-
Eftiransingarfólk á
Listasavni Føroya. (Eftir skúlatíð 1974-76).
Útbúgving
-
Filmshandritahøvundaútbúgving (Den Danske Filmskole 1997-1998). Sí
prógv.
-
Cand.mag. við høvuðsgrein í
Listfrøði og mentan (Æstetik & Kultur). (Sí
útskrift frá Aarhus Universitets eksamensregister) Sergrein: "At
fortælle reklame" - Praktiskt arbeiði við marknaðarføring - við serligum
denti á TV-reklamu - grundað á humanistiskar mentanar- og
samskiftisteoriir. 313 síður. (Aarhus Universitet 1984-1986 og
1989-1991). (Sí
prógv fyri høvuðsfak, umframt døming av serritgerð)
-
Hjágrein í Norðurlendskum málum
og bókmentum (Fróðskaparsetur Føroya 1979-1981). (Sí
prógv fyri hjágrein) Ikki fullførda (hálva) hjágrein í Dramaturgi
(Aarhus Universitet 1983-84)
-
Erhvervsøkonomisk
Suppleringsuddannelse for Humanister (Handelshøjskolen í Kbh. 1987-88). (Sí
prógv)
Skeið
-
Verkætlanarleiðaraskeið -
várið 2001. (Sí
skeiðsprógv).
-
Skeið í tónleikagerð og -
smíð á teldu heystið 1995.
-
Tøknisamskiftisskeið á vári
1992.
-
Herning Højskole á vári
1978. Greinir: Drama, myndalist, tónleikur og bókmentir.
-
Tvey skeið í Drama á
kvøldskúla vetrarnar 1976 og 1977.
Frítíðaráhugamál og
freelance arbeiði
Journalistiskt o.a. skriviarbeiði
-
Webmaster og webritstjóri á
heimasíðu við kjaki um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark:
www.fo-dk.dk (ikki virkin
meir), sum fyrstu ferð kom á
netið í apríl 2000. Hetta arbeði verður gjørt uttan løn og hevur ligið
stilt langa tíð, tí aðrar løntar uppgávur eru farnar avstað við
tíðini.
-
Skrivi javnliga klummur,
kronikkir, greinir og ummæli o.a. almannakunngjørt m.a. í Berlingske
Tidende og føroyskum dagbløðum. Geri journalistiskar kanningaruppgávur
sum freelancari.
-
Havi gjørt ymiskar
prentaðar
útgávur, einamest við ráðgeving í marknaðarføring.
-
Skrivi
filmshandrit
- sí meira her.
-
Sí dømi um
egnar tekstir her og
her:
Internet
Tónleikur og sjónleikur
-
Komponeri, skrivi sangir og syngi (frá 1964 til ?).
Útgivið "Nalja" við 10 løgum á kassettubandi (1988) og
fløgu (1998),
saman við Kára Jacobsen. Hoyr MP3 udgávur av einum lag:
Eitt dýpi av dýrari tíð og les sangtekstin her. Meira um mín
tónleik á
www.myspace.com/elinheinesen
-
Sungið á tónleikaútgávum,
bæði á egnum og hjá øðrum. Og upptraðkað í studentakabarettum og til
konsertir, mest í Havnar Jazzklubba (frá 1975 til ?).
-
Spælt sjónleik í sangleikum, so sum
"Seymistovan" í Sjónleikarhúsinum og aðrastaðni í Føroyum (1978) og
í "Glataðu spælimenninir" eftir
William Heinesen í Norðurlandahúsinum (1993).
-
Skipað
fyri konsertum. Verið við til at stovna Havnar Jazzfelag, Føroya
Fólkatónleikarafelag, og Felagið Føroyskir Tónasmiðir. Var
nevndarlimur í Havnar Jazzfelag í fleiri ár.
-
Arbeitt
við einstøkum projektum, so sum tónleikin til
eitt stórt elspariframtak hjá SEV í Útvarpinum í
1991
Útvarp, sjónvarp og filmur
-
Var við
í V4 í fleiri ár, tá hetta var ein beinleiðis send undirhaldsending
sum ferðaðist kring oyggjarnar við skemti og sangi. (1975-78)
-
Gjørt útvarpssendingar við
millumbilum síðani 1975. Sum útvarpsvertur havi eg gjørt
tónleikasendingar, t.d. framleitt 9 sendingar um jazz-søguna (1979 ).
Spælt við í nógvum hoyrispølum, gjørt
barnaútvarp, lisið søgur upp í barnaútvarpinum, sungið barnaløg
(frá 1980-?), skrivað handrit til og framleitt
barnahoyrispæl fyri børn í 6 pørtum (1994-95).
-
Sjónvarpsvertur í føroyskum
barnasjónvarpi (1985)
-
Gjørt
tvey tónleikavideoløg
(1985 og 1988).
-
Sum marknaðarleiðari
í SMS, framleiddi eg eina sending uppá
umleið 5 minuttir hvørja viku kallað 'SMS-varpið' í eitt ár, har eg eisini var
vertur.
-
Spældi ein lítlan leiklut í filinum
hjá Katrin Ottarsdóttir "Atlantic Rhapsody" (1989).
Málkunnleiki
|
|
Fullkomið
|
Flótandi
|
Miðal
|
Avmarkað
|
Lesi
|
Danskt
og føroyskt |
Enskt, norskt og svenskt |
Spanskt |
Týskt og franskt |
Tosi
|
Danskt
og føroyskt |
Enskt |
Norskt og svenskt |
Spanskt |
Skrivi
|
Danskt
og føroyskt |
Enskt |
Norskt og svenskt |
Spanskt |
EDV-royndir
Forrit:
|
Støði:
|
|
Adobe Image Composer
|
Avanserað
|
|
Adobe Illustrator
|
Sera gott
|
|
HTML
|
Avanserað
|
|
MS Excel
|
Gott
|
|
MS FrontPage
|
Avanserað
|
|
MS Internet Explorer
|
Avanserað
|
|
MS PowerPoint
|
Avanserað
|
|
MS Windows 95/98/ME
|
Sera gott
|
|
MS Word > 5.0
|
Avanserað
|
|
Netscape Navigator
|
Avanserað
|
|
Photoshop
|
Sera gott
|
|
|
SAMBAND:
Send teldupost til
elin(at)heinesen.fo
ella ring tlf. +298 21 31 02 |
|
|
|