These are articles written or translated by Elin Brimheim Heinesen.
Dette er artikler skrevet eller oversat af Elin Brimheim Heinesen.
Hetta eru greinir, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skrivað ella umsett.
|
Fyrsta greinin um Stórutjørn 20-02-2006:
Ávaring!:
Stóratjørn - ein vanlukka fyri Havnina
Sum gamalt Havnarfólk við stórum alski til Havnina, má eg biða tykkum í
Tórshavnar býráð: Vælsignað verið tykkum. Gjøgnumføri IKKI byggiætlanina hjá
P/F Jákupi Á Dul “Stórutjørn” í Hoyvíkshaganum - ikki beint, sum hon er
nú!!! Hetta má gerast nógv betri!
Les meira... |
Onnur greinin um Stórutjørn 22-02-2006:
Til Stórutjørn-forsprákarar:
Høvdu tit sjálvir viljað búð har?
Tit, sum sita fyri borgum: Hóast húsaneyðin streingir á og fleiri
frítíðartilboð eru ynskilig í Havn, áttu tit ikki í skundi at latið tykkum
trýsta til at góðtaka íbúðarbygging, sum er óhóskandi sum menniskjabústaðir,
óhóskandi til lands- og veðurlagið í Føroyum, og sum býtir samfelagið upp í
høg og lá. Frítíðartilboðini eru eitt plástur uppá sárið, men hví yvirhøvur
nakrantíð valda sárið!
Les meira...
Áhugaverdur lesnaður í hesum sambandi:
Citat frá rapportini “Regeringens strategi mod
ghettoisering”
hjá danska innlendismálaráðnum
|
|
Triðja greinin um Stórutjørn 28-02-2006:
Framtíðarvisión fyri Havnina:
Eitt orkuverk av kreativiteti, produktiviteti og eksklusiviteti
Hvussu kann Havnin mennast til ein orkumiðdepil, sum dregur ressursur til sín,
og sum hevur allan heimin sum marknað? Stóratjørn er eitt boð, men kunnu
hálvonnur millard krónur hjá Jákupi á Dul gagnnýtast enn betri? Her er ein
áheitan til øll at koma við konstruktivum hugskotum til Jákup á Dul og
Tórshavnar býráð – umframt nøkur boð, sum vónandi kunnu nýtast til íblástur.
Les meira...
Áhugaverdur lesnaður í hesum sambandi:
Samandrag og niðurstøðan frá ritgerðini:
Pedestrian Wind Environment around Buildings: Literature Review and
Practical Examples /
|
Fjórða greinin um Stórutjørn 15-03-2006:
Alheims rákið:
Livandi og heimligt nærumhvørvi
Eftirspurningurin eftir fjølbroyttum og heimligum bústaðarumhvørvum er vaksandi
allastaðni í vesturheiminum. Tey ungu og ressursusterku hava nógva ferð og
ynskja bústaðir í umhvørvum við multifunktiónum, har tey bæði kunnu arbeiða,
hugna sær privat og í tættleika og trúnað við grannarnar. Stóratjørn livir
ikki upp til hesi krøv.
Les meira...
Áhugaverdur lesnaður í hesum sambandi:
Framsýning í Dansk Design Center: "Honey I'm home"
Hvordan kommer vi til at bo og leve — i hjemmet og
i det offentlige?
Marketing to women
Myten om den skønne by
Danmarks værste øjebæ
De største skurke i spillet er desværre
arkitekterne |
Fyrsta greinin september 2006:
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Óttin fyri tí persónliga
Føroyskir fjølmiðlar eru merktir av eini einoygdari fatan av, hvat
journalistikkur eigur at vera, sum ber við sær, at avgerandi partar av
lívinum hjá føroyska fólkinum ikki verða viðgjørdir nóg seriøst í miðlunum.
Les meira... |
Onnur greinin september 2005:
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Rættir menn tíma ikki konufólkafjas
Fjølmiðlarnir avspeglað ein ótíðarhóskandi hugburð, sum ger alt ov stóran mun á
kynunum, og sum økir um fordómarnar ímillum kynini. Hetta hevur eitt sera
óheppið árin á samfelagskjakið – og í síðsta enda á samfelagsbúskapin.
Les meira... |
|
Triðja greinin september 2006:
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Foreldur best fyri búskapin
Hugburður okkara gevur samvitskubit, strongd og ónøgd millum fólk. Hetta
ávirkar í síðsta enda búskapin og ger okkum til eftirbátar. Men nógv kundi
verið øðrvísi, um meira dentur varð lagdur á menniskjanslig virði í
føroyskum fjølmiðlum.
Les meira... |
Alheimsgerðin:
Hvar eru vit á veg?
Sjónarringurin má gerast breiðari, um Føroyar skulu klára seg á
alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 hevur sett ferð á eitt
alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar í einum størri
perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum ímyndum og
brúka – av gomlum vana – mestu orkuna uppá kegl um partapolitikk ístaðin
fyri at taka støðu til tær veruligu avbjóðingarnar.
Les meira... |
|
Artikel i
tidskriftet "Historie og Samfundsfag" November 2001:
Hvorfor løsriver de sig ikke
bare?
Mange danskere står undrende
overfor de tvetydige signaler, der fra tid til anden kommer fra Færøerne
vedrørende holdningen til rigsfællesskabet med Danmark. På den ene side
tager færinger afstand fra Danmark, men på den anden side kan de godt
bruge danskernes penge. Hvad er det dog, de vil, de færøboer?
Les meira... |
Fyrsta
greinin september 2008:
Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag I
Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av
eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska
samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum
millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur
ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er neyðug at taka, um vit
ynskja at flyta okkum inn í nýggju tíðina og varðveita okkara vælferð
framyvir.
Les
meira...
|
Onnur
greinin september 2008:
Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag II
Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í
høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og
ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar
og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum
hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur.
Les
meira... |
Triðja
greinin september 2008:
Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag III
Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna
triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri
fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum?
Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!”
verður ofta tikið til. Men júst hesin hugburður er helst størsta
forðingin. Vit hava brúk fyri at fokusera á møguleikar og suksessøgur,
heldur enn á forðingar og at grenja um gongdina og hvønnannan.
Les
meira... |
|
June 2008:
What's the
hype around the Faroe Islands about?
Interview
with Elin Heinesen, Managing Director of SamVit – Faroe Islands
Enterprise (Faroe Islands Trade & Tourism Council)
Les meira... |
October
2007:
Faroe Islands - the periphery in the centre
As people living in an
increasingly globalised environment the Faroese, much like the rest of
the world, need to embrace change to whatever extent necessary. The
ability to cooperate effectively and develop strong networks is becoming
more important. And still it is crucial for us to hold on strongly to
our unique identity if we want to stay competitive.
Les
meira... |
|
October 2007:
Our
strengths:
PURITY, AUTHENTICITY AND UNIQUENESS
Tourism is now the
fastest-growing industry in the Faroe Islands. We therefore need to
prepare to meet increasing demands. Our strategy is to build on our
strengths and to focus on developing a lucrative tourism which at the
same time is sustainable and does not affect our nature and culture in a
negative way.
Les meira... |
Artikel baseret på forelæsning
for Folketingets udvalg for færøske anliggender på Hotel
Hafnia, torsdag den 23. august 2007:
Hvilken rolle kan Færøerne spille i en globaliseret
verden?
Det er en rigtigt spændende tid på Færøerne. Aldrig
før i historien har Færøerne været synligere ude i verden på så kort tid som
det sidste halvandet år.
Les meira... |
|
Upplivingarbúskapur sum brúgv ímillum trot og yvirflóð
Grein eftir Michel Bauwens. Vit liva í einum politiskt stýrdum
búskapi, sum fullkomiliga hevur vent alt á høvdið. Vit bera okkum at,
sum um náttúran er ein ótømandi kelda, og halda tí, at vit kunnu byggja
búskap okkara á eina skipan, sum tekur útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur
er møguligur. Men veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Tískil
er búskapur okkara grundaður á eina heilt órealistiska fatan um yvirflóð,
sum ikki er til.
Les meira... |
Hvussu kann tað almenna verða við til at fáa eina filmsvinnu í
gongd?
Skulu Føroyar hava eina filmsvinnu? Eru Føroyar ikki ov lítlar til at
hava eina filmsvinnu? Hetta vóru viðkomandi spurningar bert fyri fáum árum
síðani, men vilkorini fyri filmsvinnu eru so nógv broytt í dag, at
sannlíkindi fyri, at tað kann loysa seg at gera íløgur í eina føroyska
filmsvinnu, eru nógv størri nú enn bert fyri fáum árum síðani.
Les meira... |
|
Ert tú drivin av hugskygni ella sjálvsøkni?
Grein eftir Steve Pavlina. Hvussu kennir tú munin ímillum
hugskygni og sjálvsøkni í tær? Hvørjari rødd eigur tú at lurta eftir? Í
fyrstani er tað vanliga ein krevjandi avbjóðing at kenna mun á, hvat
hugskygni (intuitión) sigur, og hvat sjálvsøkni (egoisma) sigur, tú
skalt gera. Tað krevur venjing at kenna aftur munin ímillum ’sanna’
hugskygna drívmegi, sum vil tað besta – og so ’falska’ drívmegi, sum vil
blása títt ’ego’ upp. Men her eru nakrar leiðreglur, sum kunnu hjálpa
tær at kenna munin
Les meira... |
Hví skapanarevni hava so stóran týdning fyri búskapin
Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur,
hóast atkomiliga tilfeingi kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í
fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira
burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin
Richard Florida roynt at svara.
Les meira... |
Faroe Islands at a Crossroads
A presentation held by Elin Brimheim Heinesen for heads of Diplomatic
Missions in Iceland, 23 May 2009:
The Faroe Islands are at a crossroads. Do we want to be a modern globalised
society or do we want to hold on to our traditional way of life? Or... is it
possible to combine these two?
Les meira... |
The Faroe Islands – an Adventurous Hideaway
Do you want to step aside from your usual routines, slow down and get
away from a world that spins faster and faster? Do you want to trigger
your imagination and creativity? Do you want to travel to the perfect
place for coming to your senses and feeling alive? Then – go to the
Faroe Islands!
Les meira... |