Alheimsgerðin:
Hvar eru vit á veg?
Eftir Elin Heinesen
Sjónarringurin má gerast breiðari, um
Føroyar skulu klára seg á alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 hevur
sett ferð á eitt alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar
í einum størri perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum
ímyndum og brúka – av gomlum vana – mestu orkuna uppá kegl um partapolitikk
ístaðin fyri at taka støðu til tær veruligu avbjóðingarnar.
Politiska kjakið í Føroyum er beiskt, nú vit meira og meira
gerast partur av alheimssamfelagnum. Tá talan fellir á støðutakanina til
alheimsgerðina – til tjóðskaparligu virði okkara í mun til viðurskiftini við
útheimin, serliga Danmark og ES – er ein av stóru spurningunum: Hvussu kunnu
vit varðveita tjóðskaparligu virði okkara undir umstøðum, har umheimurin
streingir meir og meir á.
Tá sambandskreftirnar aftur fingu betri fótafesti, royndi
ytri tjóðveldisvongurin at teknað eina dapra mynd av framtíð føroyinga, tá
valdið eftir teirra tykki var yvirtikið av einum afturhaldandi landsstýri, sum
setti menning okkara sum tjóð ártíggjundir aftur. Ein skilir vónbrotið, men
eru atfinningarnar relevantar, tá vit hyggja at tí stóra samanhanginum? Hvussu
nógv hevur tað í roynd og veru at siga fyri menningina í Føroyum, hvør ið
situr við róðri?
Eg lurtaði fyri eini tíð síðani eftir áhugaverdari sending
á Danmarks Radio P1, har danski rithøvundurin og kunningartøknisserfrøðingurin
Ole Grünbaum tosaði um danska samfelagskjakið um tjóðskaparlig virði. Eitt
kjak, sum er frammi nú orsaka av økta trýstinum, mangir danir kenna frá stóru
tilflytingini til Danmark – serliga frá muslimsku londunum. Danska kjakið um
tjóðskaparlig virði kann á nøkrum økjum samanberast við føroyska kjakið um tað
sama.
Ole Grünbaum vísti í hesum samanhanginum á, hvussu
heimssamfelagið hevur broytt seg so ómetaliga nógv seinastu 30-40 árini, og
hvussu hetta hevur broytt fyritreytirnar fyri hugburðin, og á hvønn hátt gamal
hugburður ikki longur er tíðarhóskandi.
Tjóðskaparkjakið - ein anakronisma
Vit kunnu samanbera tjóðskaparkjakið eitt sindur
við kapitalismukritikkin, sum serliga var frammi í 70’unum. Ole Grünbaum helt
fyri, at í dag er sosialisman sum samfelagsskipan deyð. Fyri tað ber tó væl
til enn at finnast at kapitalismuni. Men tað er bara ikki tann sama
kapitalisman, sum ræður longur. Fyrstu 60-70 árini í fyrru øld var ímyndin av
kapitalismuni ein tekning av einum feitum heilsølumanni í høgum hatti og
jakkaveli við serviettinum bundnum um hálsin og við eini stórari steik á
gaflinum, sum hann át gramliga, meðan tey fátæku svøltandi hugdu at honum.
Henda myndin gav meining tá. Hon vísti eina klára mynd av fíggindanum - honum,
fólkið skuldu gera uppreistur ímóti. Men í dag er kapitalisman annaðleiðis.
Kapitalisman kann ikki longur identifiserast við persónar.
Kapitalisman er ein real time alheims telduskipan. Tað eru pensiónskassar –
tvs. lønmóttakarar sum tú og eg – ið eiga ein sera stóran part av vinnulívinum
í verðini. Tú kanst siga, at kapitalisman hevur sigrað, tí hon er í okkum
øllum. Tá ið funnist verður at kapitalismuni í dag, er tað ofta á ein
hykleriskan hátt, tí fólk ’gloyma’, at vit øll eru kapitalistar. (Spyr bara
bankaráðgeva tín). Vit mugu eisini hyggja at okkara egnu kapitalismu.
Hvat er frælsi?
Kapitalisman er ikki tjóðarmonopolistisk longur, segði Ole Grünbaum.
Tjóðskaparliga frælsisstríðið, sum blómaði í 60’unum og 70’unum, tá nógv
hjálond fingu loysing, er í nógvum førum endað í einari sjálvsandsøgn –
serliga fyri tey londini, sum sóu sosialistisku samfelagsskipanina sum eitt
alternativ til kapitalismuna. Tey allarmest kollveltingarsinnaðu londini, sum
rivu seg leys frá koloniharrunum og vildu gerast heilt óbundin av øðrum, eru í
dag vorðin døpur kollveltingarfornminnissøvn – t.d. Cuba, Zimbabwe ella Norður
Korea, har fólksins besta vón er, at leiðararnir doyggja.
Frælsi fyri eitt land er tí - eftir Ole Grübaum’sa meting -
ikki at melda seg út úr heimssamfelagnum, at avbyrgja seg og bert ansa sær
sjálvum. Frælsi er ikki ideologiirnar, sum gerast ein samfelagslig
spennitroyggja. Nei, frælsi er at vera við í felagsskapinum! At vera við í
netverkinum, tí tað er har, frælsi liggur. Tað er har, menningin fer fram. Tað
er har, vælferðin liggur. Tað er har mentanin er, sum er til at halda út at
vera í.
Hykleriskt at bólka hvønnannan
Royndirnar eru enn nógvar – eisini í Føroyum – at skapa gamlar
ideologiskar ímyndir um tey ’óndu hini’, sum postmodernistarnir kalla tað. Ein
konstruerar seg sjálvan við at konstruera tey ’óndu hini’. Eins og sosialisman
gjørdi tað við kapitalismuna. Eins og (nógv) tjóðveldisfólk gera tað við
sambandsfólk (og umvent) og/ella við danir. Eins og Dansk Folkeparti ger tað
við muslimsku tilflytararnar í Danmørk. Og tey vinstraradikalu gera tað við
Dansk Folkeparti. Øll henda ideologiska konstruktiónin við teim ’óndu hinum’,
sum ein eisini kann kalla ’leguhugsan’ – er ikki longur aktuell. Øll hava bara
ikki heilt givið tí ans enn í Føroyum.
Nógv hevur verið tosað um samanleggingar av fyritøkum í
vinnulívinum seinastu 30 árini, meðan minni verður hugsað um, at minst líka
nógvar samanleggingar eru farnar fram millum mentanir og ideologiir. Í dag
ganga mørkini millum einu síðuna og hina síðuna mitt niður ígjøgnum hvønn
einstakan av okkum. Vit eru ikki longur bara til eina síðu, men til báðar. Vit
eru øll bæði national og transnational. Vit eru øll bæði vinstra- og
høgrahall. Vit eru øll bæði tjóðveldisfólk og sambandsfólk…!
Tí er tað hykleriskt, tá ið ein vil identifisera tey ’óndu
hini’ við ávísar bólkar í samfelagnum, har ein metir seg sjálvan at vera
millum tey góðu og reinu – tey kroniskt óseku – meðan hini eru ”tey óndu”. Í
hesum sambandinum er freistandi at spyrja: Eru allir sambandsføroyingar
veruliga minni føroyingar enn tjóðveldisføroyingar? Og eru allir
tjóðveldisføroyingar minni kosmopolittar enn sambandsføroyingar?
Hvør stýrir útviklinginum?
Ein kundi spurt: Men er tað ikki neyðugt at halda lív í politiska
samfelagsliga kjakinum, har partarnir standa beint yvir av hvørjum øðrum og
halda seg hvør sær hava rættin, meðan hini fara skeiv? Jú, tað kann vera sera
undirhaldandi, men um ikki kjakið snýr seg um nakað, sum hevur rót í
veruleikanum, er tað jú líka mikið.
Sum sagt eru vit í dag bæði national og transnational. Tað
vil m.a. siga, at samfelagsgongdin í veruleikanum ikki verður avgjørd í
serliga stóran mun inni í løgtingshúsinum ella úti í Tinganesi. Fólkið kann
ikki velja eina ávísa leið, sum fólkið meinar, er tann rætta, við at velja ein
ávísan meiriluta inn í løgtingið, tí gongdin verður í veruleikanum ikki
avgjørd har. Heimsins gongd verður avgjørd í einari røð av netverkum, har
nakrar (fáar) avgerðir kanska koma innum tingsins gátt – tær flestu ikki. Har
eru stjórnir, har eru NGO-felagskapir (privatir hjálparfelagskapir), har eru
Greenpeace og antiglobalistarnir, sum er heimsins størsta fólkarørsla í
løtuni. Har eru altjóða felagsskapir, har eru alheims fyritøkur. Har eru
films- og tónleikaídnaðurin – tónleikastjørnur, mótaskaparar og aðrir
trendsetarar osfr. Landsstýrið og løgtingsmeirilutin er bara eitt lítið
netverk út av so nógvum.
Vit eru heimsborgarar
So kunnu vit gera politiskar stevnuskráir og liggja og kjakast so galið
vit vilja í lítlu Føroyum, til vit liggja næstan deyð og bløðandi eftir á
víðvøllinum. Men tað hevur bara ongan týdning fyri stóra samanhangin, sum vit
øll eru partur av meira enn nakrantíð. Vit kunnu ikki halda á at liva í
illusiónini um, at Føroyar enn liggja óspiltar og órørdar í
Norðuratlantshavinum, og at einasti mátin at varðveita okkara serkenni og
reinleika er at leggja sjógv millum okkum og onnur. Hetta er vanahugsan, sum
er avgomul. Og vanar eru sum vera man tíverri rættiliga seiglívaðir.
Veruleikin er, at tá vit keypa útlendskar vørur í
sjálvtøkuhandlunum – tá vit byggja hús við útlendskum viði – tá vit selja fisk
okkara – tá vit ferðast uttanlanda sum ferðafólk, embætisfólk ella handilsfólk
– ella bara tá vit hyggja at fylgisveinasjónvarpi ella rógva á alnótini, sum
vit gera meira og meira, og soleiðis fylgja við í heimsins gongd, eru vit øll
partur av heimssamfelagnum, eins væl sum av okkara egna lokala samfelag. Vit
eru ikki bara føroyingar – tað eru ikki bara fjøll, fuglur, fiskur, seyður,
grindadráp og kristnitrúgv, sum ger okkum til tað, vit eru. Vit eru eisini
heimsborgarar. Tað er í allarhægsta grad eisini samskifti við umheimin, sum
ger okkum til tað, vit eru, og sum ikki minst mennir okkum sum menniskju – og
andslív og mentanarlív okkara.
Forðingarnar
Vit koma ikki víðari, so leingi vit hava tvíbýttar politiskar vengur, sum
halda lív í gomlum svørt-hvítum fíggindaspøkilsum – tjóðveldisvongurin í
sínari ímynd um reinleika føroyinga einumegin í mun til danska koloniharradømi
og samansvørjingar móti føroyingum hinumegin. Og ímyndini um Føroya-elskandi
tjóðveldisvongin einumegin í mun til ’hentu býttlingar’ dana í Føroyum
(sambandsvongin) hinumegin. Meðan sambandsvongurin í sínum lag heldur lív í
síni klettafastu trúgv uppá, at tað einasta ‘rætta’ er at tvíhalda um
ríkisfelagsskapin, og ímyndini um at ein og hvør, sum hóttir
ríkisfelagsskapin, hóttir eisini eksistensgrundarlag føroyinga. So leingi vit
tvíhalda um hesar ímyndir – ja, so kemur lokala politiska kjakið einans at
snúgva seg um, hvørji tey óndu eru, og hvørji tey góðu eru.
Hetta er bara við til at økja um óhepnu frástøðuna millum
politisku partarnar og millum Føroyar og heimssamfelagið – og ger okkum enn
meira maktaleys, tí vit nokta at spæla við har, sum veruligu avgerðirnar verða
tiknar. Ístaðin brúka vit alla orku okkara uppá innanhýsis persónligt kegl og
klandur. Hetta var m.a. orsøkin til, at Suður-Afrika, hóast ómetaliga stórt
náttúrligt ríkidømi, gjørdist avbyrgt og eftirbátur á nógvum økjum, og at
Apartheid livdi so leingi í Suður-Afrika. Øll orkan bleiv brúkt til at keglast
um rasuatskiljing ella ikki, meðan tey ‘veruligu evnini’, so sum at finna
konstruktivar politiskar loysnir í konkretum málum og fyri samfelagið sum
heild, ongantíð fingu ordiliga loyvi at koma á dagsskránna.
Hvussu koma vit víðari?
Svart-hvíta kjakið førir ongastaðni, og leiðir bert burtur frá teimum
stóru evnunum, sum veruliga hava týdning fyri framtíð Føroya at tosa um –
nevniliga:
Hvat merkir ’frælsi’ í roynd og veru? Øll ynskja frælsi –
men frælsi til hvat? Eingin ynskir at vera trælur – sjálvt ikki sambandsfólk.
Øll vilja hava sjálvsavgerðarrætt og ávirkan á egna lagnu. Hvat kunnu vit gera
sjálvi í Føroyum fyri at økja um sjálvsavgerðarrætt føroyinga, okkara
sjálvsvirðing og okkara vælferð? Hvørjir eru bestu møguleikarnir fyri hesum -
uttanfyri ella innanfyri altjóða felagsskapirnir? Hvønn leiklut kunnu vit sum
føroyingar spæla í heimssamfelagnum? Hvussu kunnu vit spæla ein aktivan
leiklut? Hvønn leiklut fáa vit, um vit fara burturúr ríkisfelagskapinum? Skulu
vit halda okkum uttanfyri altjóða felagskapir – ella skulu vit melda okkum inn
í t.d. EU?
Hetta eru relevantir spurningar at fáa greiðu á, tá vit
vilja finna út av, hvussu vit gera samfelagið so demokratiskt sum gjørligt, og
hvussu vit vilja tryggja, at tann einstaki fær so stóran avgerðarrætt yvir
egið lív sum gjørligt. Sjálvsavgerðarrættur eigur ikki at snúgva seg um
ideologi og dogmur um at varðveita eina reina óspilta tjóð mótvegis einum
hóttandi umheimi (t.d. Danmark/EU), men í roynd og veru bara um at loysa
nakrar praktiskar spurningar í mun til tann alheims veruleika vit liva í í dag
(um vit vilja tað ella ikki).
Her mugu vit vera konstruktiv, um vit skulu náa úrslit, og
ikki so bundin av vanahugsan, sum heldur okkum fast í slítandi ósemjum um
hugburð og hugtøk, sum ikki eru til longur. Í øllum førum ikki í sama hami sum
fyrr. Tí so leingi vit tvíhalda um svart-hvíta hugsunarháttin, ja, so leingi
vengurnir hvør sær ikki rættiliga viðurkenna, at í einum og hvørjum
tjóðveldisfólki býr eisini eitt lítið sambandsfólk – og at í einum og hvørjum
sambandsfólki býr eisini eitt lítið tjóðveldisfólk – koma vit ikki av fetanum.
Elin Heinesen, blaðstjóri
Aftur |