Ert tú drivin av hugskygni ella sjálvsøkni?
Skrivað hevur Steve Pavlina.
Elin Heinesen umsetti til føroyskt.
Hvussu kennir tú munin ímillum hugskygni og sjálvsøkni í tær? Hvørjari
rødd eigur tú at lurta eftir?
Í fyrstani er tað vanliga ein krevjandi avbjóðing at kenna mun á, hvat
hugskygni (intuitión) sigur, og hvat sjálvsøkni (egoisma) sigur, tú skalt
gera. Tað krevur venjing at kenna aftur munin ímillum ’sanna’ hugskygna
drívmegi, sum vil tað besta – og so ’falska’ drívmegi, sum vil blása títt
’ego’ upp. Men her eru nakrar leiðreglur, sum kunnu hjálpa tær at kenna
munin:
Óttí – í mun til óttaloysi.
Følsk drívmegi, sum fremur sjálvsøkna atferð, hevur sínar røtur í ótta.
Henda drívmegi byggir á hugmyndina um, at heimurin er ótryggur, og at tú
harvið ert ótrygg/ur. Tí miðar hon eftir, at tú økir um títt eftirlit við og
tamarhald á umverðini – við øðrum orðum vald. Sonn hugskygd drívmegi kemur
harafturímóti frá einum stað, har kærleikin ræður, og har grundarleggjandi
hugmyndin er, at tú ert púra trygg/ur júst, sum tú ert, og ístaðin fyri at
royna at fáa vald, miðar hon eftir, at tú vísir sonnu myndina av tær.
Útifrá og inn – í mun til innanífrá og út.
Sjálvsøkni í tær krevur sjónlig úrslit fyri at kenna seg væl. Tað eggjar
tær at stremba eftir støðugt meira ágóða í vónini um, at tað ger teg
eydnuríkari. Tað miðar útifrá og inn. Tað sigur: Gev mær peningaligan
vinning, ognir, hepni og hægri status – SO fari eg at kenna meg væl. Sonn
drívmegi bygd á hugskygni miðar innanífrá og út. Hon eggjar tær fyrst at
arbeiða við tíni innaru menning og hareftir at vísa tínar allarbestu
eginleikar fram. Hon eggjar tær ikki til at leita eftir eydnuni uttanfyri
teg sjálva/n.
Avmarking – í mun til yvirflóð
Sjálvsøkni heldur, at tú livir í eini verð, har alt er avmarkað. Fyri at
tú skal vinna, so má onkur annar tapa ella missa. Sjálvsøkni boðskapurin er,
at lívið er ein kapping, har bara vinnarar og taparar eru til – rík og fátøk
– tey, sum hava eydnuna við sær, og tey sum ikki hava eydnuna við sær. Tað
besta í tær kennir harafturímóti bara til yvirflóð. Tað heldur, at tað er
nóg mikið til øll, og tá tú vinnur, so vinna hini eisini. Tað fær teg til at
kenna gleði við at sýna fram tað besta í tær.
Høvd – í mun til hjarta
Sjálvsøkna røddin hongur føst í tínum høvdi. Henni tørvar at rættvísgera
seg sjálva ígjøgnum skilvísi. Hon vil ágrýtin royna at fáa teg inn í kjak
við onnur fyri at prógva, at hon hevur rætt. Røddin hjá hugskygninum miðar
harafturímóti móti hjartanum. Eggjan hennara lyftir teg upp og fyllir teg
við gleði. Hon tímir ikki at rættvísgera seg, tí hon væntar, at tú
viðurkennir hana sum sannleikan. Um tú roynir at kjakast við hana, kemur hon
bara aftur við sama svari.
Her eru nøkur serstøk dømi, sum vísa munin:
Hugskygni fær teg til at skriva sangir av hjartanum.
Sjálvsøkni vil hava teg at skriva ein sang fyri at gera eina landaplágu, tú
kanst fáa vinning av.
Hugskygni fær teg at bjóða onkrum út saman við tær, tí tú ynskir at gleðast
saman við viðkomandi.
Sjálvsøkni fær teg at bjóða onkrum út fyri ikki at vera einsamallur/-møll.
Hugskygni fær teg til at stovna eina fyritøku, tí tú vilt hjálpa fólki.
Sjálvsøkni fær teg til at stovna eina fyritøku, tí tú vilt gerast rík/ur.
Hugskygni eggjar tær at fyrigeva.
Sjálvsøkni eggjar tær at søkja hevnd.
Gev gætur, at vegleiðingin frá bæði hugskygni og sjálvsøkni kann meir enn so
vísa somu leið í báðum førum, men at tú fært sera ymisk úrslit burturúr, sum
valdast ætlanina handan tínar gerðir. Tá tú lurtar eftir hugskygnu røddini,
bjóðar tú kærleika, friði og yvirflóð innum. Tá tú lurtar eftir sjálvsøknu
røddini, bjóðar tú meira ótta innum, sum drívur teg til at vinna tær meira
og meira vald. Í báðum førum er talan um endaleysar snyrlar.
Hvørjari rødd skalt tú lurta eftir?
Einki er, sum eitur ”skal”. Valið er títt egna, fullkomiliga. Um tú
vigar tína samvitsku upp móti tonkum grundaðar á ótta – tvs. at tú heldur,
at heimurin er grundarleggjandi ótryggur, og tú mást hava vald á honum fyri
at kenna teg trygga/n – tá ert tú leiddur av sjálvsøknu røddini. Tú velur
eina tilgongd til lívið, sum miðar uttanífrá og inn, sum ger uttaru
verðsligu verðina til tína fyrstu raðfesting og setir tína innaru andaligu
verð í aðru røð. Tín fremsta drívmegi í lívinum er tá at náa eina kenslu av
tryggleika við at vinna tær vald á verðini kring teg. Sum eitt dømi kann
nevnast USA, sum fyri at halda óttanum niðri, higartil hevur valt at royna
at vinna sær meira og meira ríkidømi og vald í heiminum.
Men um tú hin vegin vigar tína samvitsku upp ímóti kærleika – tvs. at tú
kennir teg treytaleyst trygga/n her og ert vís/ur í, at tín sál ongantíð
veruliga kann vera skadd – tá verður tú leidd/ur av hugskygni. Tú velur eina
tilgongd til lívið, har tín innara andaliga verð er tín fyrsta raðfesting,
meðan uttara verðsliga verðin kemur í aðru røð. Tín fremsta drívmegi er at
vísa tað besta í tær sjálvum/-ari við gleði. Sum eitt dømi kann hesin
hugburður samanberast við tann, sum Jesus og Buddha høvdu: Teir sýndu sín
innara frið og gleði við at útinna kærleiksfullar gerningar.
Hóast tann eini hugburðurin tykist frægari enn hin, so viga báðir líka nógv.
Tú eigur at kenna teg fullkomiliga frælsa/n til at velja tann hugburð, sum
tú kennir teg mest drignan at. Tað mest sannlíka er, at tú beint nú finnur
teg sjálva/n á tí síðuni, sum er stýrd av ótta, eftirsum tað er tað mest
vanliga – og eisini tað, vit eru uppald til í vesturheiminum. Meðan tað ber
væl til at lurta eftir báðum røddum, so hóska hesir ymisku hugburðir tó í
veruleikanum ikki saman, so tú nært meira javnvág í tær sjálvari/-um, um tú
tilvitað velur at hella meira til eina síðu enn til eina aðra. Tú hevur jú
altíð frælsi til at velja hina síðuna.
(Umsett 9. februar 2009)
Aftur |