Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Foreldur best fyri búskapin
Eftir Elin Heinesen
Hugburður okkara gevur samvitskubit, strongd og ónøgd millum fólk. Hetta
ávirkar í síðsta enda búskapin og ger okkum til eftirbátar. Men nógv kundi
verið øðrvísi, um meira dentur varð lagdur á menniskjanslig virði í føroyskum
fjølmiðlum.
Í grein seinasta vikuskifti vísti eg á, hvussu hugburðurin í miðlunum og í
politiska lívinum ger óneyðuga stóran mun á kvinnum og monnum. Í dag vil eg
vísa á, hvussu hesin hugburður er orsøk til samvitskubit, strongd og ónøgd
millum fólk, sum í síðsta enda ávirkar búskapin og ger okkum til eftirbátar.
Lat okkum bara hyggja at nútímans lívinum nógvir føroyingar liva í dag, sum
ikki skilir seg nógv frá lívinum fólk í øllum vesturheiminum liva, har flestu
familjur eru bundnar av at skula hava tvær inntøkur fyri at fáa alt at mala
runt. Hetta leggur eitt øgiligt trýst á familjulívið, sum skal leggja nógv
fyri. Vit skulu renna skjótari og skjótari fyri at klára alt bæði til arbeiðis
og heima. Úrslitið er, at nógv gerast overvað og ofta kenna, at einki hongur
ordiliga saman. Hóast vit materielt sæð eiga meira enn nakrantíð, eru vit
kortini strongd og ónøgd, tí vit hava ikki nóg mikið av tíð at njóta lívið og
hvønnannan.
Tíðin komin at hugsa annaðleiðis
Kanningar í Danmark vísa, at fólk sjúkramelda seg meira og meira – bæði
kvinnur og menn. Ikki tí tey eru meira sjúk enn fyrr, men bara fyri at geva sær
sjálvum ein tiltrongdan steðg og eina ‘lógliga’ orsøk til at vera heima og ansa
sær sjálvum og familjuni eitt sindur meir. Men okkurt er spinnandi galið, tá
fólk kenna seg noydd til at sjúkramelda seg og lúgva bara fyri at geva sær
sjálvum rúm at taka sær av lívsneyðugum pørtum av lívinum.
Granskarar peika á, at upp ímóti 60 prosentum av tí strongd, fólk uppliva í
dag, kemst av væntandi javnvág millum arbeiði og familjulív. Kvinnurnar hava
smakkað fyrimunirnar av fíggjarligum frælsi og fáast ikki aftur til
kjøtgrýturnar, so tíðin er komin til, at vit byrja at hugsa annaðleiðis, um vit
skulu fáa javnvág aftur – at vit síggja tey menniskjansligu virðini, trivnað og
nærumhvørvi, sum felags virði fyri bæði kynini og síggja tey í einum størri
samfelagsligum høpi, tvs. at vit útgreina og skilja týdningin, hesi virði hava
– ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagsbúskapin sum heild.
Børn eru eingin forðing
Her hava fjølmiðlarnir ikki minst eina uppgávu: at vera við til at avdúka,
hvussu alt hongur saman. Er tað t.d. ein veruleiki, at tað, at fáa børn, er ein
forðing fyri arbeiðslívið? Er tað ikki heldur so, at fólk í veruleikanum gerast
ein enn betri, sterkari, meira motiverað og meira ábyrgdarfull arbeiðskraft, tá
tey fáa børn? Sum foreldur fáa vit t.d. royndir í at vera eitt gott fyridømi.
Tú fært royndir í samskifti og í at veruliggera virði (børn skilja ikki fín orð
á einum pappíri), at motivera, at vegleiða og vísa óendaligt tolni, tá tú
verður møtt/-ur av hørðum krøvum, sum kosta tær ampa, svøvnloysi osfr. Børn eru
ein harður arbeiðsgevari! Hetta eru serstakliga virðismiklir førleikar at
menna, um tú skal hava við menniskju at gera. Fyri nútímans leiðarar eru
foreldraroyndir helst til nógv meira nyttu í veruleikanum, enn ein
MBA-útbúgving (Master of Business Administration), tí tað, sum verður fyrisitið
í vinnulívinum, eru sjálvandi ikki bara tøl og tól, men fyrst og fremst
menniskju.
Í staðin eru vit tíverri blivin von við at uppfata børn sum eina forðing fyri
arbeiðslív okkara, og tí dalar burðartalið í vesturheiminum – nógva staðni
skelkandi nógv. Um vit byrja at hugsa øðrvísi, kann foreldraleikluturin í
veruleikanum vendast til at gerast tann allarbesti førleikin, vit hava! Hetta
uppliva t.d. serliga svenskar fyritøkur í løtuni, sum eru komnar til ta
niðurstøðu, at tað at senda ein pápa í barnsburðarfarloyvi svarar til at geva
honum eitt slag av eftirútbúgving í kensluligum intelligensi, samskifti og
multi-tasking, sum ger hann til ein betri leiðara og toym-meðarbeiðara.*)
Gamlir leiðsluhættir kvala virkisfýsni
Tíverri verður lívsins skúli, har tú fært mest vitan um tað
menniskjansliga, ikki roknaður fyri at vera kvalifiserandi á nakran hátt av
nógvum virkisleiðslum, sum í hugaheiminum enn liva í eini gamlari tíð, har
privatlív og arbeiðslív púrt einki høvdu við hvørt annað at gera. Men at døma
eftir, hvussu nógv fólk í vesturheiminum eru strongd og ónøgd við tilveruna,
virka teir gomlu leiðsluhættirnir í fyritøkunum ikki serliga væl. Teir sýnast
heldur at kvala virkisfýsni hjá fólki – og tað sæst aftur í vánaligu
roknskapunum. Serliga í dag, har framburðurin hjá fyritøkum er so nær tengdur
at evnunum hjá fyritøkuni til at samskifta og skapa virðilig arbeiðsvilkor fyri
meðarbeiðararnar. Gomlu leiðsluhættirnir, sum ofta byggja á stranga stýring
uppi frá og niður, geva okkum ikki atgongd til tann íblastur, skapanarhug og
-evni, sum eru vorðin lívsneyðug í eini tíð, har vit skulu liva av nýhugsan og
nýskapan – ikki minst í júst einum so lítlum samfelag sum Føroyar.
Dupult so burðardyggar fyritøkur
Nýggir vindar eru farnir at blæsa aðrastaðni. Tom Peters, ein amerikanskur
vinnulívsguru, sigur: ”Hetta er eitt søguligt tíðarskeið fyri kvinnur, har
gomlu patriarkalsku strukturarnir verða brotnir niður. Kvinnurnar kunnu sjálvar
verða við til at byggja nýggjar upp, sum sampakka betur við raðfestingina hjá
kvinnunum av familjulívinum.” Í USA sæst longu, at fleiri og fleiri kvinnur
fara úr arbeiðsmarknaðinum – ikki fyri at fara heim aftur til kjøtgrýturnar –
men fyri at stovna egnar fyritøkur við nýggjum meira familjuvinarligum reglum.
Hesar fyritøkur vísa seg í miðal at vera dupult so burðardyggar (!) sum
vanligar fyritøkur, har menn ráða! Amerikanska vinnulívið hevur sæð, at gongdin
má vendast og streymurin av (serliga kvinnuligari) arbeiðsmegi úr fyritøkunum
má steðgast. Tí er vinnulívið nú farið at taka hetta til eftirtektar. Vit vita,
at kynsdiskriminatión er politiskt ókorrekt. Men nýggj granskingarúrslit úr USA
vísa, at diskriminatiónin eisini er ring fyri úrtøkurnar í fyritøkunum. Tann
siðvenja, sum førir til væntandi javnstøðu, vísir seg eisini at vera vánaligur
forrætningskikkur. Kvinnurnar hava varnast, at tær kunnu skapa burðardyggari
fyritøkur við at innføra meira javnstøðu, har pláss er fyri tí veruleika, at
flest fólk hava eina familju, sum tey eisini eru noydd at hugsa um. *)
Hugurin drívur verkið
Vit koma frá eini mentan, sum hugsar í pliktum og at ’yda’, áðrenn vit
njóta. Vit skulu helst ikki gera nakað, tí vit hava hug til tað, men tí vit
hava plikt til tað. Tí vigar arbeiðið so nógv. Nógvar siðbundnar fyritøkur lata
sum um, at heimalívið ikki er til hjá meðarbeiðarunum. Hetta inniber ofta, at
nógv raðfesta familjuna lægri, enn tey í roynd og veru hava hug til – fyri ikki
at missa arbeiðið! Men tað ber bara ikki til í longdini at kúga tann
instinktiva tørvin, sum øll menniskju hava – at ansa eftir og verja sítt
reiður. Henda tørv hava øll – kvinnur sum menn – allatíðina við sær, um tey eru
til arbeiðis ella ikki, og um hann ikki verður nøktaður, elvir tað bara til
økta strongd millum meðarbeiðararnar við tí úrslitið, at tey í longdini kortini
gerast ein óálítandi og vánalig arbeiðskraft.
Tað er eingin orsøk hjá nøkrum til at halda, tað ger okkum til eina vánaligari
arbeiðskraft, at vit av og á verða noydd til at taka familju fram um arbeiði.
Tað er nevniliga akkurát umvent. Tað ger okkum til eina betri arbeiðskraft!
Nógv í rákinum í tíðini bendir á, at tað einasta, sum hendir, tá
fyritøkuleiðslurnar byrja at rokna við menniskjansligu virðunum og familjuni
sum einum veruleika í lívinum hjá meðarbeiðarunum, er bara, at hetta førir til
størri samanhang millum arbeiðs- og privatlív, betri trivnað – og betri úrtøkur
hjá fyritøkuni í síðsta enda! Tá leiðslurnar vísa meðarbeiðurunum álit við at
geva teimum meira frælsi og lata tey arbeiða meira við atliti til egnan tørv
eisini, so tey sleppa undan at snýta seg til at nøkta tørvin, verður tað fyrst
og fremst hugurin, ið drívur verkið. Einki er so motiverandi sum tað. Úrslitið
er, at produktiviteturin bara økist munandi hjá meðarbeiðarunum.
Ikki bara útlit, men eisini innlit
Um fyritøkur hin vegin halda fast í at lata eyguni aftur fyri hesum
veruleika, kunnu tær einans vera vísar í, at framleiðslumegin minkar, og at ein
øgiligur gjóstur verður í fyritøkuni. Sera fá fólk (hetta er galdandi bæði fyri
kvinnur og menn) orka í longdini at arbeiða eitt stað, har skipanin er óliðilig
og einki atlit verður víst til privatlívið. Hetta ber heldur ikki til meir, tá
fleiri og fleiri aðrar fyritøkur fara at bjóða meðarbeiðarum sínum betri vilkor
– og tað vísir seg at hava sera positiva ávirkan á teirra úrtøku. Rákið
aðrastaðni í heiminum gongur henda vegin – tí tað ber ikki til annað – og fyrr
ella seinni fara føroyingar helst eisini at sanna hetta. Men eingin orsøk er
til at vera eftirbátur.
Her spæla fjølmiðlarnir ein týðandi leiklut. Tíverri ímynda føroysku
fjølmiðlarnir í dag í alt ov stóran mun eina verð, sum ger okkum fremmand fyri
okkara innaru verð og egnu nátturligu tørvum, og sum ikki viðurkennir virðið í
okkara menniskjansligu, ‘bleytu’ kvalifikatiónum. Ikki fyrr enn fjølmiðlarnir
byrja at avspegla veruleikan meira heilan, sum vit veruliga uppliva hann, kunnu
vit gera okkum vón um at sleppa burturúr tí skizofreni, vit liva í í dag, har
vit brúka alt ov nógva óneyðuga orku uppá at lata arbeiðslív og familjulív
berjast móti hvørjum øðrum.
Lesararnir/lurtararnir/síggjararnir hava tørv á – fyri ikki at siga krav uppá,
at fjølmiðlarnir taka tað í uppgávu at undirstrika, hvønn týdning eisini onnur
virði enn tey úteftirvendu matematisk-logisku hava. At fjølmiðlarnir geva pláss
ikki bara fyri útliti, men eisini fyri innliti. Hesin íblástur er alneyðugur,
um vit skulu økja um almenna trivnaðin og bøta um sjálvsvirðingina hjá einum –
alt ov samvitskubitnum og alt ov strongdum – sera stórum parti av fólkinum. Sum
eg havi ávíst í hesi greinarøð, kann hetta initiativ bara hava eitt viðvirkandi
positivt árin á búskap okkara.
Elin Heinesen, september 2005
....................................
*) Kelda: Kirsten Stendevad: Moderskab som karrierefordel - sí her:
http://www.moderskabsomkarrierefordel.dk/
og Stendevad & Kjær: Den nye karrierefar - sí her:
http://www.karrierefar.dk/
Faktaboks:
Elin Heinesen býr í Keypmannahavn, har hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri
fyri blaðið KIWI magazine - eitt
mánaðarblað við 430.000 lesarum iflg. Gallup/Dansk Oplagskontrol 1. og 2.
kvartal 2005.
Aftur |