Hví skapanarevni hava so stóran týdning fyri búskapin
Eftir Elina Heinesen
Greinin er grundað á eitt stórt intervjú við amerikanska búskaparfrøðingin
Richard Florida í bókini ”Amerikanske Tilstande – en rejse gennem
drømmeland” eftir Maj Juni og Andreas Fugl Thøgersen.
Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur,
hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í
fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira
burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin
Richard Florida roynt at svara.
Ein heimsbestsellari um búskap
Um ein skal vita nakað um, hvat tað er, sum skapar búskaparligan vøkstur
úti í heimi, so ber ikki til at koma uttanum eina ávísa bók. Í 2002 kom
henda bókin út í USA, og hon gjørdist beinanvegin ein av størstu
bestsellarunum nakrantíð – eitt sindur óvanligt fyri eina bók, ið snýr seg
um búskaparlig viðurskifti. Men henda bókin var nakað serligt. Bókin hevur
gjørt høvundan, Richard Florida, professara í búskapi, víðagitnan um allan
heimin. Hon er umsett til nógv mál og hevur, líka síðani hon kom út, havt
eina risa ávirkan á samfelagskjakið um búskapin í dag og í framtíðini – ikki
bara í USA, men í øllum heiminum.
Bókin æt “The Rise of the Creative Class – and how it’s transforming work,
leisure, community and everyday life”. (Uppreisturin hjá skapandi stættini –
og hvussu hetta umskapar arbeiðið, frítíðarítriv, samfelagið og dagliga
lívið.) Høvundurin Richard Florida er í dag fastur skribentur á fleiri av
teim størstu og mest virdu amerikansku dagbløðunum og tíðarritunum.
Fyrrverandi bretski forsetin Tony Blair ráðførdi seg við hann, umframt
demokratarnir í USA, og hann er serstakliga eftirspurdur sum
fyrilestrahaldari allastaðni í heiminum.
Búskaparligur vøkstur = skapanarevni
Bókin hjá Richard Florida er ein gjøllig greining av amerikanska búskapinum.
Hvat er tað, sum hevur gjørt USA til tað, sum tað er í dag – og hvørjar
avbjóðingar liggja fyri framman? Hvussu ber tað til, at USA hevur verið ført
fyri at finna og gagnnýta sínar menningarmøguleikar nógv betur enn nakað
annað land í heiminum? Og hvussu kunnu amerikanarar tryggja sær at hetta
heldur fram? Svarið er – sambært Richard Florida – kreativitetur! Við oðrum
orði: skapanarevni. Hansara teori um búskaparligan vøkstur snýr seg m.a. um
Eminem, Hollywood og Silicon Valley. Tað snýr seg um telduspøl og hiphop...
Hvør er tað, sum veruliga rekur Amerika? Richard Florida rópar tað “ta
skapandi stættina” – tað er hon, sum rekur og sum skapar Amerika. Teoriin er
í øllum sínum einfeldi, at skapanarevni eru keldan til búskaparligan vøkstur
og vælferð. Tað eru skapanarevni, sum hava umskapað – og enn umskapa
samfelagsbúskapin, arbeiðslívið og dagliga lívið í USA. Ella sum Lewis M.
Branscomb frá John F. Kennedy School of Government á Harvard University í
Boston skrivaði í sínum ummæli:
“‘The Rise of the Creative Class’ er ein vitug mynd av virðunum og
lívsstílunum, sum fara at reka búskapin í 21’ndu øld, tøknina og sosialu
skipaninar. Um tú fegin vilt skilja, hvussu granskarar, listafólk,
íverksetarar, vinnulívsfólk og onnur sjálvkoyrandi skapandi fólk bjóða
siðbundu samfelagsskipanunum frá 20’ndu øld av, so les hesa bókina. Hon fer
at sannføra teg um, at tað, sum fer at skapa framgongd og viðburð í
framtíðini ikki snýr seg um tøkni, stjórnir, leiðslur ella vald í heila
tikið. Tað snýr seg alt um menniskju – um dynamikkin og nýggju framkomandi
mynstrini í viðurskiftunum millum menniskju.”
Skapandi lívsstílurin nýggja myndin av valdinum
Í dag eru tað ikki menniskjuni, sum skulu lagað seg eftir fyritøkunum. Tað
eru fyritøkurnar, sum mugu laga seg eftir menniskjunum, um tær vilja
yvirliva og hava framgongd – og her er tað, sambært Richard Florida, tann
unga skapandi mentanin, sum situr við lyklinum. Tann ‘skapandi stættin’ er
ein skjótt vaksandi, væl útbúgvin og vælløntur partur av arbeiðsmegini.
Lívsstílurin hjá teimum skapandi er myndin av valdinum – teimum nýggju
grundarleggjandi kreftunum í lívinum og í búskapinum í USA í dag. Tey
skapandi fólkini avgera í vaksandi mun evnini hjá fyritøkunum til at vinna
pening. Tað eru tey, ið avgera búskaparliga vøksturin í samfelagnum.
Limirnir í ‘skapandi stættini’ arbeiða við nógvum ymiskum: Tøkni,
elektronikki, undirhaldi, journalistikki, fíggjarmálum, vísind og gransking,
list og mentan... Stutt sagt tosa vit um fólk, sum vinna sær pening við...
at hugsa! Við at fáa hugskot og við at gagnnýta skapandi potentialið, sum
Richard Florida heldur, at øll menniskju hava í sær í meir ella minni mun.
Í bók sínari skrivar Richard Florida, at tað finnast trý sløg av
skapanarevnum: 1. Nýskapan – tað vil siga evnini at skapa nýggjar vørur,
nýggj hugskot, nýggj tøkni. 2. Búskaparlig skapanarevni – tað vil siga
íverksetaraandi – tað, at duga at skapa eina nýggja góða forrætning burtur
úr eini nýggjari vøru ella einum góðum hugskoti. 3. Umframt mentanarlig og
listarlig skapanarevni – tað vil siga nýggir hættir at síggja verðina og
hugsa um viðurskiftini – nýggir mátar at skapa list, nýggj sniðgeving, nýggj
konsept. Sambært Richard Florida er tað alneyðugt, at øll sløgini av
skapanarevnum eru til staðar, um eitt samfelag skal kunna fremja
búskaparligan vøkstur.
Skapanarevni altíð verið primera keldan
Skapanarevni – tað at fáa og íverkseta eitt nýtt hugskot – hevur altíð verið
tann primera keldan til økonomiskan vøkstur og styrki, meinar Richard
Florida. Amerika hevur bara ikki altíð verið tilvitandi um tað: “Vit hildu
tað vóru landaøki, góð jørð, transportrutur/infrastrukturur og fysiskt
arbeiði. Vit hildu tað vera tær stóru fabrikkirnar. Men alt hetta eru jú
úrslit av menniskjansligum skapanarevnum”, sigur Richard Florida. Hann fer
heilt aftur í søguna fyri at undirstrika poengið. Í forsøguligari tíð fann
menniskjan uppá, at tað betri kundi loysa seg at dyrka jørðina og hava
kríatúr enn at savna avgrøðina í náttúruni og at veiða djórini.
Seinni vóru nýggj hugskot sjálvt grundarlagið undir ídnaðarkollveltingini.
Og í endanum av 1800-talinum og byrjanini av 1900-talinum hava tær
“afturvendandi ódnirnar av skapandi oyðileggilsi”, sum búskaparfrøðingurin
Joseph Sclumpeter hevur kallað tað, æruna av ókúgiliga lívførinum hjá
kapitalismuni. Ódnir, sum sópaðu gjøgnum heimin og blástu allar teir gomlu
mátarnar at gera tingini uppá burtur til fyrimuns fyri nýggjar mátar. Í
síðstu helvt av 20’ndu øld tók skapandi framleiðslan rættiliga dik á seg,
meðan allar hagtalskurvurnar fyri ótíðarhóskandi, rutinukenda framleiðslu
nærmast kavaðu steyrrætt niðureftir. Fyrimunirnir og vinningurin av hesum
mátanum at dríva forræting uppá nærmast hvarv. Sambært Richard Florida kom í
staðin eitt nýtt slag av kapitalismu – ein kapitalistisk skipan, har skapan
ikki bara var eitt tíðarbundið fyribrygdi, men har nýskapan og ein støðug
stremban eftir menning – eftir betri lívsvilkorum – bleiv siðvenjan.
Hvussu skapanarevni hava bygt USA
Fremst stóð – og stendur – USA sum flaggberi fyri hesi nýggju kapitalismuni.
Førarastøðan komst ikki bara av, at skiftandi stjórnir lótu
marknaðarkreftirnar fáa frítt spæl. Ein røð av ymiskum faktorum vóru
avgerandi, tá greiðast skal frá, hvussu USA skapti tey bestu korini fyri
menniskjansligum skapanarevnum – og hví USA til í dag hevur heystað tær
mongu fruktirnar av hesum skapanarevnum, sigur Richard Florida.
Eftir annan veraldarbardaga økti stjórnin í USA fíggjarliga stuðulin til
gransking á hægru lærustovnunum í landinum rættiliga nógv. Og stuðulin til
framhaldandi útbúgvingar varð settur upp – serliga ígjøgnum sokallaða GI
Bill, sum hjálpti hermonnum til at fáa útbúgvingar á hægri háskúlum. Í
privata sektorinum var framkoman av venture kapitalismu – tvs. áræði til at
fíggja nýtt virksemi og nýggj hugskot á byrjunarstøðinum – nýggir møguleikar
at avseta og forvinna pening við hugskotum – og fyri at lata tey dugnaligu,
evnaríku og nýghugsandi fólkini koma í arbeiði. Henda sameiningin hevur víst
seg at vera serstakliga fruktabar, ger Richard Florida vart við. Hann sigur,
at um røðin av amerikanskum hightech fyritøkum, sum hava sína rót í høgt
virda MIT – Massachusetts Institute of Technology – vóru eitt sjálvstøðugt
land, hevði hetta landið haft 24. hægsta bruttotjóðarúrtøkuna í heiminum.
“Seinast, men avgjørt ikki minst, hevur USA tikið skapandi føringina í
heiminum, tí vit eru eitt opið og fjølbroytt samfelag. Innflytarar hava
altíð leitað sær veg hendavegin, og hava skapt framgongd í Amerika. Næstan
30 prosent av øllum fyritøkum í Silicon Valley í 1980’unum og 1990’unum
vórðu stovnaðar av fólki fødd uttanfyri USA. Okkara talufrælsi hevur
harumframt loyvt nýggjum mátum at útrykkja seg uppá og nýggjari list – frá
rock tónleiki til óbundin bókaforløg, til talgildar miðlar – og tað hevur
givið teimum tøkniliga skapandi og listafólki møguleikan fyri at blanda seg
hvørt um annað. Úrslitið er einastandandi. Úr USA kemur í dag ein viðvarandi
streymur av øllum sløgum av menniskjansligari skapan,” sigur Richard
Florida.
Amerikanska garasjan besti pallurin fyri nýskapan
Amerikanarar vóru fyrstir at byggja eina rakett, sum kundi flúgva til mánan.
Tað vóru vanligir amerikanarar, sum uppfunnu rock tónleikin, hiphop, jazz og
blues. Tað vóru amerikanskir menn og kvinnur, sum sótu heima í garasjum
sínum, í íbúðum ella húsum sínum, á barrum ella á hægri háskúlum, sum
uppfunnu alt frá vaccinum móti polio og tyfus til Cola. Tey havi givið
heiminum teldur, skateboards, gummiskógvar, flogfør, pizza, telefonir,
bypass skurðar og diskotek. Fyri ikki at tosa um aircondition, snarlás,
jukeboksir, termokannur, skúmsløkkjarar, offset prent, breyðristarar,
litfilm, krossorðagátur, køliskáp, blóðtransfusiónir, vaskimaskinur,
íspinnar, djúpfrost, gjaldskort, respiratorar, videotól, flogternur,
vitaminbollar, bilar, roknimaskinur og tampongir.
Ella sum Richard Florida sigur tað: “Vit hava nógv at takka tí amerikansku
garasjuni fyri. Heilt nógvar av teimum stóru broytingunum í hesum landi eru
byrjaðar í eini garasju eitt ella annað stað – garasju bands, garasju
filmskaparar, garasju “start up companies”. Har er tað byrjað – millum ung
fólk, sum fingu rættiliga góð hugskot.”
Sambært tann skjótt tosandi professaran hevur tann skapandi stættin
grundfest USA í stóran mun seinastu árini. Frá einum ídnaðarsamfelag til
eitt skapandi samfelag grundað á vitan. Ein broyting, sum er líka so stór –
ella størri – enn menningin frá landbúnaðarsamfelag til ídnaðarsamfelag,
sigur hann.
Vit, skil og skapanarevni byggja nýggja samfelagið
”Tað hevur verið – og er – eitt enn størri skifti. Ikki bara arbeiða, búgva
og liva vit øðrvísi, ikki bara brúka vit frítíð okkara á ein nýggjan hátt,
ikki bara er familjubygnaðurin aftur broyttur. Vit hava eisini førkað okkum
inn í ein nýggjan búskap, sum er grundaður á vitan, skil og skapanarevni,
sum brýtur ígjøgnum avmarkingarnar í tí materiella – fysiska – samfelagnum.”
sigur Richard Florida.
Í nýggjari tíð er talið av amerikanarum, sum liva av teirra skapanarevnum
eksploderað. Skapandi stættin er í dag umleið gott 30 prosent av allari
arbeiðsmegini. Í 1900 var tað 10 prosent – og so seint sum í 1980 var tað 20
prosent.
”Styrkin hjá Amerika er, at vit eru ein tjóð av skapandi menniskjum. Tað eru
vit blivin, serliga tí vit í árunum eftir 1945 gjørdu málrættaðar íløgur í
útbúgving og gransking, í vísindalig, tøknilig, listarlig og mentanarlig
skapanarevni – og tí at vit tíðliga gjørdust eitt opið samfelag. USA er og
hevur verið eitt samfelag av innflytarum, men vit fóru tíðliga í søgu okkara
longur enn tað. Vit bundu okkum til at vera opin, til at geva fólki tjansin
at koma til okkara at gera ein mun. Tí eru fólk altíð streymað til Amerika.
Og tey hava havt vitan og hugskot – ikki maskinur – við sær í viðførinum.
Tað er, sum pápi mín, sum var soldátur í Evropa undir øðrum veraldarbardaga,
altíð segði: Tá kríggið var av, vóru russararnir áhugaðir í maskinum og
amerikanarar í menniskjum. Russararnir tóku materiel við sær heim, meðan vit
vildu fegin hava so nógv vísindafólk, verkfrøðingar og listafólk sum
yvirhøvur gjørligt til at flyta til USA eftir kríggið. Tað hevur gjørt ein
ómetaliga stóran mun."
At so bankar og spekulantar í dag í USA hava verið í so "skapandi" og
hava søplað ríkidømi burtur og kollrent samfelagið er ein heilt onnur søga.
Tað tekur einki frá tí grundarleggjandi virðinum, sum liggur í øllum
uppfinningunum hjá amerikanarunum til gagns fyri mannaættina.
Fjølbroytni, opinleiki og tolsemi skapa búskaparligan vøkstur
Fyri at skjalprógva sínar teoriir um skapandi stættina og fyri at royna at
skilgreina, hvat ein býur ella eitt landaøki kann gera fyri at hála til sín
skapandi arbeiðsmegi, hevur Richard Florida kannað lívið í 50 amerikanskum
býum, bæði minni lokal samfeløg og teir heilt stóru milliónbýirnar.
”Niðurstøðan hjá mær var – og er – at býir og landaøki við stórum
menniskjansligum fjølbroytni, býir og øki, har tolsemi ræður – og sum eru
opin, framelska skapanarevni og harvið búskaparligan vøkstur,” sigur Richard
Florida.
Øll menniskju – hvør einasti av okkum – eru skapandi. Og skapanarevni eru
tað, sum øll hava til felags – tað gongur tvørturum rasu, kyn, etniskan
uppruna, kynsligan tokka, lívsstíl, útbúgving, aldur og familjuviðurskifti.
Lykilin til at fáa vælferð er at vinda ta skapandi orkuna burtur úr øllum
menniskjum.
(Umsett 7. mars 2009)
Aftur |