Faroe Islands Review
E
xplore A Microcosmos In The North Atlantic
The Faroe Islands
- A Fresher Country

Aftur til Greinir

Fjórða greinin um Stórutjørn 15-03-2006:

Alheims rákið:
Livandi og heimligt nærumhvørvi

Eftirspurningurin eftir fjølbroyttum og heimligum bústaðarumhvørvum er vaksandi allastaðni í vesturheiminum. Tey ungu og ressursusterku hava nógva ferð og ynskja bústaðir í umhvørvum við multifunktiónum, har tey bæði kunnu arbeiða, hugna sær privat og í tættleika og trúnað við grannarnar. Stóratjørn livir ikki upp til hesi krøv.

Góði Jákup á Dul,
Tú hevur framført sjónarmiðið, at Stóratjørn ikki skal kappast við miðbýin, men at bæði økini skulu blóma. Eg eri samd við tær í, at tað ikki neyðturviliga noyðist at vera eitt "antin-ella" – miðbýurin versus Stórutjørn og viseversa. Møguliga kann Havnin rúma fleiri orkumiðdeplum, sum leggja dentin á ymiskar funktiónir í býnum. Men... eg eri ikki vís í, at tað er tað besta fyri býin at skilja ymiskar funktiónir ov nógv at. Undir øllum umstøðum er tað alneyðugt at fáa øll vandamál á borðið, áðrenn endaligar avgerðir verða tiknar.

Livandi og heimligt nærumhvørvi
Felags dreymur okkara er – tá alt kemur til alt – júst hin sami: Ein livandi og virkin Havn sum heild, har flest møgulig fólk í flest møguligum yrkjum kunnu liva og trívast – høg sum lág. Nógvar kanningar eru gjørdar av, hvat tað er, sum skal til, fyri at skapa ein framgangsríkan, pulserandi og meirvirðisskapandi bý, og tær vísa allar meira ella minni, at fjølbroytni er ein heilt grundarleggjandi fyritreyt – meðan eitt livandi og heimligt nærumhvørvi, har sum fólk búgva, er fyritreyt fyri trivnaðin. Fjølbroytni skapar synergi, sum er fyritreytin fyri bæði fíggjarligum og mentanarligum virkni og vøkstri bæði so og so. Alt er tætt tengt saman og livir av hvørjum øðrum.

Vandamálini mugu takast í álvara
Sum eg havi ført fram í mínum greinum, stúri eg fyri mátanum, tit í P/f Jákup á Dul saman við arkitektavirkjunum ætla at byggja t.d. íbúðarblokkarnar í Stórutjørn. Íbúðarparturin tykist mær at vera í so óheimligur, homogenur/einsháttaður og ov atskildur frá øðrum funktiónum. Býarrúmið millum íbúðarblokkarnar tænir ikki øðrum endamáli, enn at fólk kunnu sleppa til og frá. Og at gera vegakervi sum greinar á einum træ, ístaðin fyri sum eitt tráðnet uppá kross og tvørs, ger eisini at lívið doyr millum húsini.

Og so kann byggihátturin – eftir míni bestu meting – ikki minst gerast ein trupulleiki orsaka av veður- og vindviðurskiftunum í Føroyum. Har er eingin lívd, m.a. tí at har eru ov nógvir vindkorridorar, sum økja um vindorkuna (les nógv meira um hetta í vísindaligu avhandlingini frá Belgia um samspælið millum aerodynamikk og høghús, eg havi víst á í øðrum greinum – og sent til tín sum pdf-fíla).

Hetta er ov váðiligt at síggja burturfrá, tí hesir trupulleikar kunnu tilsamans eftir míni meting føra við sær, at bústaðarøkið uppi við Stórutjørn IKKI fer at virka so eksklusivt og attraktivt fyri tey “røttu” fólkini, sum tit, ið standa aftanfyri, gjarna vilja hava, at tað skal vera.

Rákið gongur annan veg
Hesin ótti er styrktur av, at rákið úti í heiminum gongur ein annan veg. Eftirspurningurin millum júst tey fólkini, tit ynskja at appellera til – tey nútímans, altjóðagjørdu, ungu, ríku, dugnaligu og ressursusterku fólkini – er eftir einum øðrum slagi av íbúðum, har tað hugnaliga og heimliga og tað multifunktionella er komið nógv meira í fokus. Hetta liva íbúðirnar í Stórutjørn ikki upp til.

Ein spennandi framsýning er júst nú her í Keypmannahavn, rópt “Honey I’m home” í Dansk Design Center, sum vísir nógv dømi um hetta rákið. (Sí faktaboks) Í apríl verður eitt sera áhugavert seminar, ið varar ein dag, á Dansk Design Center m.a. um framtíðarinnar býarætlanarlegging, sum eg vil heita á tykkum, sum sita fyri borgum, at luttaka í, umframt peningaíleggjarar, so tit fáa eina ábending um, hvat fer at loysa seg at gera íløgur í í framtíðini. (Eg sendi tykkum eina innbjóðing við skránni.)

Íbygdir trupulleikar í betonblokkaøkjum
Um Stóratjørn-ætlanin skal gerast ein succes, mugu teir trupulleikar, eg – og eisini onnur – hava ávíst, takast í álvara og eftirkannast betri, áðrenn byggjaríið verður sett í verk, tí um økið í praksis endar við ikki at vera so attraktivt, sum tit ætlaðu – so vita vit, hvat hendir: Eftirspurningurin avmarkast og tit fáa ikki væntaða vinningin burturúr, tí prísirnir rapa niðureftir. Og so vera tað ikki longur tey ressursusterku, men heldur tey ressursuveiku, sum keypa sær íbúðir í Stórutjørn orsaka av væntandi øðrum møguleikum.

Endar samansetingin av íbúgvum á henda hátt automatiskt við at gerast meira einstáttað – við íbúgvum, sum eru ressursuveikari enn aðrastaðni í Havn – so kann vandin fyri ghettoisering gerast reellur, hóast onkur eitt sindur forhánisliga heldur, at hetta er ov langt úti at ímynda sær í Føroyum. Undir øllum umstøðum er alneyðugt at vita, hvørjir faktorar spæla inn, so vit ikki gera somu mistøk sum onnur. Betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin – tí tá bygt er, kann tað ikki gerast um!!!

Tíð til broytingar til tað betra
Eg eri greið yvir, at tit hava lagt eitt stórt arbeiði í Stórutjørn-ætlanina longu. Tí kann tað kanska vera torført at skula endurhugsa – t.d. bústaðarøkið. Men fyrsti spakin er ikki settur í moldina enn, so tíð er eftir enn til at hugsa seg enn betur um og tillaga ætlaninar fyri at tryggja, at tit fáa tað burturúr íløguni, sum tú ynskir tær, Jákup. Eg havi ikki orsøk til at halda annað enn, at tað hevur tín áhuga, at byggingin varðveitir – og helst økir – virði sítt. At tey, íð skulu búgva har, veruliga fara at vera nøgd við at búgva í íbúðunum (og ikki bara brúka tær sum fyribils bústaðir). Og at Havnarfólk vera erpin av økinum fleiri hundrað ár fram yvir, tí so leingi skuldi byggjaríið jú helst hildið.

Mítt uppskot er, at íbúðarparturin verður endurskoðaður – og at onnur uppskot fáa ein tjans, har meira atlit verður tikið til veður- og vindviðurskifti, umframt til trivnað og fjølbroytni ikki minst – eisini viðv. funktiónum í bústaðarøkinum – enn í núverandi ætlan. Um hetta verður gjørt, eri eg vís í, at økið kann gerast nógv meira attraktivt – ja, líkafram eksklusivt!

Dømi um umhvørvi við trivnað
Sjálv búgvi eg t.d. í einari leiguíbúð í einari karré mitt í Keypmannahavn, sum er ein succes-søga: Karréin, sum er ein av tveimum eins karréum, ið liggja síð um síð, bleiv bygd í 70’unum – millum eldri bygningar. Her eru fýra hæddir við íbúðum í ymsum støddum og ein kjallari við felagsfasilitetum. Her býr alt slag av fólki, barnafamiljur, einstaklingar, eldri fólk... Byggjaríið hevur fingið fleiri arkitektaprísir, m.a. tí íbúgvarnir trívast so avbera væl. Tað er so attraktivt at búgva her, at fólk mugu standa á bíðilista í 30 ár fyri at sleppa inn her at búgva! Og tað er ikki bara tí, tað liggur so sentralt.

Eg kann nevna nøkur dømi um, hvat er annaðleiðis her: Hvør íbúð er í tveimum hæddum. Og avgerandi: Vit hava ikki uppgongdir! Inn móti garðinum eru svalagongdir, og allar úthurðar venda inneftir móti garðinum – sum eitt spanskt atriumhús. Tað gevur tættari samband millum íbúgvarnar, og sjálvur garðurin verður nógv brúktur til hugnaliga samveru. Millum báðar karréirnar er so spælipláss og bóltvøllur, har børnini stuttleika sær óført. Men eisini nærumhvørvið kring karréina skapar trivnað.

Í gøtunum beint rundanum eru t.d. bakari, grønthandlari, keramiskt verkstað, kiosk, ein café, ein restauratión (júst komin í víðagitnu Michelin-guide’ina – hægsta internationala heiðursmerki fyri restauratiónir), ein optikari, tvær frisørsalongir... eitt lítið sindur longur burturfrá eru ein minni Døgn-Netto, eitt pizzaria, ein café aftrat, sólmiðstøð, eitt ferðabureau, ein blómuhandil, eitt gallarí ein djóralæknamiðstøð, ein fiskahandlari og smáar kjallaraskrivstovur, sum hýsa t.d. arkitektum, reklámuvirkjum, PC-reparatørum osfr. Parkin Kongens Have liggur bara 2-300 metrar higani. Allar hesar funktónirnar skapa eitt sera livandi nærumhvørvi – og kortini er her serstakliga friðarligt, tí her er lítil og eingin gjøgnumgangandi ferðsla, og eg havi tíbetur ongan trupulleika við at finna parkeringspláss á gøtuni beint uttanfyri íbúðina. Her er lætt at liva – heimligt, fjálgt og trygt. Hetta kunnu vit í Føroyum saktans læra nakað av.

Hví ikki byggja karréir?
Eg havi ongantíð skilt, hví vit ikki byggja karréir í Føroyum (Havn) við tættari nærumhvørvi og við pláss fyri nógv fleiri fólkum enn í spjaddu sethúsagrannaløgunum. Karrébygging hava vit ikki frammanundan, men tað átti at verið sera vælhóskandi bæði til føroyska veður- og landslagið, tí tað skapar friðarligar garðar við lívd í, sum eru tryggir fyri børnini at vera og spæla í, umframt at ferðslan verður hildin burtur frá gørðunum – og børnunum!

Tað nýtist ikki at vera óspennandi karréir, eins og nógvar eru herniðri, men av áhugaverdari slag í ymsum hæddum t.d. við spennandi fasadum, altanum og takterassum – og spennandi gørðum. Vard torg tilgeingilig fyri øll kunnu gerast ymsastaðni millum karréirnar við felags fasilitetum fyri íbúgvarnar. Niðastu hæddirnar út móti vegunum kunnu brúkast til onnur endamál enn íbúðir, t.d. caféir, restauratiónir, handlar og minni skrivstovur og smáídnað – eitt livandi og tætt nærumhvørvi, sum skapar lív og trivnað, og sum tað er spennandi fyri íbúgvarnar at brúka og fylgja við í.

Funktiónsskilnaður skapar deyð øki
Royndirnar her í Danmark og aðrastaðni vísa, at tá man skilir býarfunktiónir sum t.d. íbúðarøki, har fólk búgva, frá vinnulívsøkjum, har fólk arbeiða, so slepst ikki undan, at tað verður fullkomiliga deytt í íbúðarøkjunum, tá fólk eru til arbeiðis – og hin vegin liggja vinnuøkini fullkomiliga deyð, tá fólk eru heima frá arbeiði. Hetta skapar ótryggleika og tað mótsatta av hugna í báðum økjunum.

Tað vísir seg ferð aftaná ferð, at besti garanturin fyri at fáa umhvørvi við lív og hugna, trygd og trivnað í einum býi, er at tengja ymsar funktiónir saman – alt hvørt um annað – í somu økjum. Aftur her: Fjølbroytni! Nógvar sosiologiskar kanningar kunnu játta hetta, umframt bøkur – t.d. víðagitnu bøkurnar/dokumentarfilmirnir hjá m.a. Jan Gehl “Livet mellem husene” og “Nye byrum”, sum snúgva seg um tað sama og vísa á nógv dømi úti í heimi, har hetta ger seg galdandi.

Kvinnur taka avgerð um keyp av bústað
Hvat er tað, sum avger, hvønn bústað fólk velja at keypa? Her er t.d. vert at vita, at amerikanskar kanningar vísa, at 85 prosent (!) av øllum avgerðum um, hvat ein familja skal keypa, verða tiknar av tí kvinnuliga partinum í parlagnum – av húsmøðrunum – tá tað snýr seg um innkeyp til heimið og til trivnaðin í heiminum. 75 prosent av øllum avgerðum í familjuni um at gera størri íløgur, so sum at keypa ein bústað, vera tiknar av kvinnum. Tá tað snýr seg um nakað so lagnutungt sum at velja bústað, ger kvinnan seg galdandi, tí familjunar heim og trivnaður vigar serliga tungt fyri hana. Enn meira kanska, tá hon er útiarbeiðandi, tí kvinnan vil ikki brúka pengar, hon sjálv hevur forvunnið, til hvat sum helst! Útiarbeiðandi kvinnur hava harumframt ofta ringa samvitsku um at “svíkja” familjuna við at arbeiða úti – tí hevur tað serliga nógv at siga fyri tær, at familjan hevur allarbestu umstøður heima. Eingin orsøk er til at halda, at føroyingar í so máta eru nógv annaðleiðis. Tí hevur tað ótrúliga stóran týdning at hyggja eftir, hvønn tørv kvinnurnar hava.

Kvinnur og menn ymiskan tørv
Kvinnur leggja nógv meira dent á trygd og hugna, enn menn gera. Hin vegin eru tað aloftast menn, sum ætlanarleggja og tekna størri byggjaríir – hetta speglast aftur í nógvum byggjaríi, sum er merkt av mannliga hugsunarháttinum, sum ofta er yvirordnaður og rationellur. Menn tykjast ikki leggja líka nógvan dent á tað sama, sum kvinnurnar gera, og fara ikki líka nógv niður í detaljurnar, sum hava so stóran týdning fyri kvinnurnar. Hesin kynsmunur liggur so djúpt í okkum, at modernaða altjóðgjørda lívið hevur ikki broytt uppá hesar grundarleggjandi tørvir hjá kynunum.

Groft sagt – um vit skulu generalisera – vilja menn hava imponerandi stórleika, reinar linjur og eitt opið byggjarí, har teir kunnu síggja langt og yvirskoða verðina (eins og í Stórutjørn), har kvinnurnar leggja nógv meira dent á tættleika – at tað skulu vera nóg mikið av tryggum krókum at hugna sær í, gjarna við útsýni til trygg støð, har børnini kunnu spæla – og gjarna har nóg nógv lívd er til, at tær kunnu sóla sær og práta við grannakonuna.

Trívast best í livandi nærumhvørvi
Menninir eru ikki líka kommunikativir sum kvinnur og leggja tí minni í at hava gott samskifti við grannan. Teir vilja helst gera nakað aktivt saman við kammirátunum – uttan at skula práta so nógv – t.d. dyrka ítrótt ella fara í fitness sentur. Fyri teir ger tað minni, um fitness sentrið ikki liggur beint við heimið, tí teimum dámar væl at koma heimanífrá.

Fyri kvinnurnar harafturímóti, sum elska at práta og at reiðrast heima og hugna um í heiminum (tá tær eru heima), er tað sera týdningarmikið at búgva støð, har møguleiki er fyri júst hesum – at sameina heimalív við eitt úteftirvent kommunikerandi lív, har lætt er at koma í samband við onnur (evt. renna inni hjá hvørjum øðrum ella á caféina um hornið saman) og tær ikki noyðast at fara langt frá heiminum fyri at møta fólki. Tí vilja kvinnur hava lív rundanum seg, har tær búgva – tí tað trívast tær allarbest í.

Eg veit, at hetta er generaliserandi, men tó ikki burturvið – og nógv munnu allarhelst kenna seg aftur í hesum. Eg havi sjálv verið við til at gera so nógvar marknaðarkanningar eftirhondini, har tendensurin til henda munin á kvinnum og monnum vísir seg aftur og aftur.

Hvat er mest rentabult?
Heilt rationelt við rentabilitetinum í huga ber til at siga, at: Um ætlanin hjá tær, Jákup, er at vinna pening, er tað avgjørt neyðugt at rokna tørvin hjá konufólkunum við í ætlaninar, tá vit vita, at tað er tørvurin hjá teimum, sum í flestu førum avgerð, hvønn bústað familjurnar enda við at keypa.

Við vón um, at ein loysn verður funnin, sum verður til gagns fyri bæði teg, Jákup, og tína fyritøku og fyri alt samfelagið sum heild. Alla góða eydnu við initiativinum!

Bestu heilsur
Elin Heinesen, blaðstjóri
 



Faktaboks:

Framsýning í Dansk Design Center: "Honey I'm home"

Det handler om hjemlighed - men ikke nødvendigvis om hjemmet. For hjemlighed kan også foregå i det offentlige rum, på arbejdspladsen, på farten. Hovedudstilling i Dansk Design Center undersøger en megatrend i tiden. Vises 3. marts – 18. juni 2006.

Vi efterspørger i stigende grad produkter, oplevelser og omgivelser, som tilbyder fællesskab, velvære, ro, hygge og god tid. Mormor-porcelæn, sylteopskrifter, strikketøj, autentisk arvegods og gør-det-selv-besjælede ting fylder tv-programmer, magasiner og vores hjem. Hertil kommer en overvældende interesse for bryllupper, traditionel dansk gastronomi, traditioner, sædvaner og kulturarv. Det ligner et modefænomen, men der synes at være tale om en dybere længsel efter forankring, tilknytning og fortrolighed. I en tid, hvor alt synes muligt, og globale informationer er tilgængelige for alle, føler mange mennesker sig rodløse og stressede.

“Honey I’m home” viser, at hjemlighed kan være andet end en nostalgisk dyrkelse af noget, der var engang. Moderne hjemlighed handler om at bygge bro mellem de to modstridende behov, vor tids menneske synes drevet af: På den ene side behovet for at bevæge sig – fysisk, mentalt, karrieremæssigt, og på den anden side behovet for forankring og tilknytning.

Dansk Design Center har inviteret virksomheder, designere, arkitekter og kunstnere til at skabe ny arkitektur og funktionskunst, der imødekommer efterspørgslen efter hjemlighed.

 

Seminar:
Hvordan kommer vi til at bo og leve — i hjemmet og i det offentlige?

De nyeste hjemlighedstendenser i boligen og byggeriet, aktivering af byrum og brugere, og chance for at forskellige beboergrupper kan føle sig hjemme dør om dør, er blandt temaerne på seminaret: Hvordan kommer vi til at bo og leve – i hjemmet og i det offentlige?

Her bliver der mulighed for at hente inspiration og dele erfaringer omkring hjemlighedstendensernes betydning for fremtidens boliger, byer og byrum. Seminaret afholdes i tilknytning til hovedudstillingen Honey I’m Home i Dansk Design Center.

Udstillingen Honey I’m Home udforsker mulighederne for at produktudvikle ud fra en dokumenteret trend: Moderne hjemlighed. Projektet, som involverer både virksomheder og designere, er et godt eksempel på oplevelsesøkonomi i praksis.

På seminaret vil der med udgangspunkt i udstillingstemaet være oplæg, cases og debat med bl a sociolog og debattør Henrik Dahl, arkitekt hos PLOT Bjarke Ingels, hjemlighedsekspert Mette Mechlenborg, idébureauet 2+1, m fl .

Moderne hjemlighed
Vores hjem, familier og arbejdsliv er under hastig forandring: Arbejde og medier er på fremtog i hjemmet samtidig med, at familien tilbringer mere og mere tid på arbejde (Berlingske Tidende 23/02: 4/5 arbejder over), i institutioner og på rejse. I takt med at det traditionelle hverdagsliv i hjemmet forandrer sig ses et stigende ønske om produkter og oplevelser som på anden vis muliggør fællesskab, forankring, ro, og god tid.

Seminaret påpeger ligesom udstillingen Honey I’m Home, at hjemlighed ikke behøver at knytte sig til traditionelle forestillinger om hjemmet, og belyser i den forbindelse nye muligheder for at imødekomme forbrugernes efterspørgsel.

Seminaret henvender sig til:
Virksomheder, byggeriets parter, offentlige institutioner, designere, arkitekter, produktudviklere og planlæggere inden for by og bolig, som ønsker viden om design, produkter og ydelser, der kan imødekomme den stigende efterspørgsel efter hjemlighed.

En række foredragsholdere og kapaciteter, som har fokus på design, byggeriet og det offentlige rum – og ikke mindst dets brugere, vil her give deres bud på, hvordan vi kommer til at leve og bo.
 



Supplerandi og tankavekjandi lestur fyri áhugað:

.....................................................................

Um kvinnur sum avgerðartakarar

(brot frá http://www.sba.gov/library/successXIV/3womenaremore.htm)

 

MARKETING TO WOMEN

What could your company do with a customer base made up of 85 percent of all United States families? Probably increase your profit and expand your business, and then increase your profit some more. This is exactly what you could do if you focused your marketing strategies to target women.

Statistically, women are the primary purchasing agent in 85 percent of U.S. households, holding in their hands more than two trillion dollars.

The National Foundation for Women Business Owners (NFWBO) agrees. NFWBO is dedicated to showing the world that women are a force to be reckoned with. According to the NFWBO, when purchasing such items as television and cable services, clothing, insurance policies and Internet service providers, business women are the primary decision-makers in their households fully two-thirds or more of the time.

Just take a look at the stats*:

• Women are the primary consumer decision maker in 85% of all households.
• Women are expected to acquire 94% of the growth in U.S. private wealth between now and 2010.
• Women make 69% of all household health decision.
• Women purchase 74% of all NBA and NFL apparel, and are contributing to a 10.3% increase in soccer equipment sales.
• Women make 75% of the decisions about new homes.
• Women make 81% of the decisions about groceries.
• Women will make up 60% of the online population by 2005.
• Women will account for 62% of all workers by 2005.

Some of the following information shows that companies also need to know how to market to women. 80% of women employees and 74% of women business owners combine different shopping tasks into one trip. One-third of women say that the effect of a product on the environment is a major influence in purchasing decisions, and one in fiveagree that the social responsibility of a company is a major influence. Women reflect that advertising is the primary source of information on products, while coupons do not influence purchase decisions.

So if you would like a large piece of the pie U.S. women might be willing to hand over, think about marketing to women. It could change your profit margins forever.

 


Brot frá einum internetleksikon um býarplanlegging:

(http://www.leksikon.org/art.php?n=417):
 

Myten om den skønne by

Det er let at finde eksempler i historien på pæne bygninger. Kirker og slotte, borgernes boliger, gårde og fiskerhuse vidner om en harmonisk og skøn byggeskik op gennem historien. Det er vanskeligere at finde lige så gode eksempler på hele bygningsgrupper, byområder eller byer. De fleste skal søges tilbage i historien, i middelalderbyerne i Centraleuropa, Venezia og Firenze, eller torv og gader, der er undsluppet den nye tids vandaler og har fået lov til at ligge uforstyrret.

Den moderne by er sjældent pæn. Den giver oftere indtryk af en hensynsløs sammenstilling af formløse og skematiske bygninger. Den byder på spraglede og påtrængende forretningscentre, formløse billandskaber og karakterløse satellitbyer. Her har industrialiseringens ingenmandsland taget over fra naturlandskabet og den urbane formkvalitet. Denne moderne by er vokset frem med byplanlægningen som barnepige.

Hvorfor er det enkeltbygningerne, de ikke-planlagte landsbyer, og byer, der voksede frem uden planlæggeres indblanding, der fortsat giver os idealerne om steder, om byen og det urbane, bymæssige miljø? Hvorfor kan disse idealer ikke omsættes i vor tids byer. Hvorfor bliver vore byer ikke pæne? Det kan have mange årsager. En kan være, at byer behøver tid for at vokse op, for gradvis at forædles, og at vor tids hastige indgreb nødvendigvis bliver skematiske og ugennemtænkte.

En anden årsag kan være, at målestokken bliver for stor, at kontorgiganterne, boligblokkene og det enorme trafiklandskab bliver så overdimensioneret, at enkeltmenneskets behov bliver for ubetydelige og raderes bort i byggeprogrammet og på tegnebordet. Det er muligt, at afstanden mellem de, der producerer og bygger, og de, der skal anvende omgivelserne er blevet så uoverskuelig stor, at der kun kan planlægges for en skematisk og uvirkelig masse.

Eller årsagen kan stikke dybere, i en samfundskrise, hvor mennesker og bygninger håndteres som ressourcer og varer, og kun har interesse, så længe de kan tjene produktion og profit. Hvis dette er tilfældet, får samfundet de byer, det fortjener.

 


Grein funnin á dr.dk í februar (havi tíverri ikki beinleiðis adressuna):
 

Danmarks værste øjebæ

Dagbladet Politikens læsere har kåret butikscentret Holbæk Megacenter som Danmarks makværk nummer et.

I de sidste fire uger har der på dagbladets hjemmeside været en læserafstemning om Danmarks 7 største arkitektoniske makværk. "Findes der i Danmark syv bygninger, anlæg eller områder, der er så forfærdelige, har så store mangler eller blot er udformet så uhensigtsmæssigt, at de fortjener titlen makværk?" var Dagbladet Politikens spørgsmål til læserne.

Læsernes dom var klar: På en bar mark ud til Holbækmotorvejen ligger 23 kædeforretninger i enorme, golde betonlader, der med deres anti-arkitektur står som skræmmebilleder på en kommerciel byudvikling ude af arkitetktonisk kontrol.

Arkitekturmedarbejder ved Politiken, Karsten Ifversen er tilfreds med at Holbæk Megacenter blev nummer et med næsten 7.000 stemmer.- Den mangel på planløsning, der kan ses på Holbæk Megacenter er en uheldig udvikling i arkitekturen, siger Karsten Ifversen til DR Online. - Der er tale om store lagerhaller i beton, som ikke har nogen markant æstetik, og derfor bliver de udsmykket med enorme skilte.

Butikschef Brian Nielsen fra Tæppeland i Holbæk Megacenter siger, at han ikke kan bruge kritikken til noget. - Det er funktionelt, og vores kunder er glade for det. De kommer ihvertfald langvejs fra for at handle hos os, siger Brian Nielsen.

Blandt de andre makværker som læserne havde stemt ind på listen over de syv værste er busterminalen på Rådhuspladsen, havnebyggeriet på Kalvebod Brygge og Nørreport Station – alle i København.
 


Brot frá avskrift av fyrilestri hjá arkitektinum Bo Grönlund frá 1997: (http://hjem.get2net.dk/gronlund/Den_trygge_by.html)

 

De største skurke i spillet er desværre arkitekterne

- Det største problem er min egen stand, arkitektstanden, som skal glemme en del af det, de har fået ind med skolemælken og arkitektbladene igennem årene. I slutningen af 70'erne og begyndelsen af 80'erne var vi ellers begyndt at interesse os for de gamle bydele med dens karreer, gader og pladser. Men i dag er arkitektstanden tilbage i en nymodernistisk periode, hvor man mest tænker på, at lave noget der er helt nyt og anderledes. De rum der opstår mellem bygningerne, tænker man ikke rigtigt på. Derfor skal vi ikke forvente noget større gennembrud i tankegangen omkring den trygge by, i hvert fald ikke i arkitektkredse, i de første mange år.

Vi skal lære at tale hinandens sprog
En amerikaner, som gennem 15 år har drevet et program for kriminalpræventiv byplanlægning i det amerikanske kriminalpræventive instituts regie, har sagt, at vi ikke skal se på det med den trygge by på vores konventionelle måde. Vi skal derimod spørge om alt. Også det, som forekommer trivielt, for at få vendt alle de sten omkring den trygge by, som er nødvendigt.

Og endelig så må man lære de forskellige professionelles sprog. Vi er mange professioner, som er involveret i det her med tryghed i byen. Og på mange væsentlige områder forstår vi slet ikke hinanden. Men vi har faktisk noget her midt i København. som jeg synes lever op til alle kvaliteterne i den trygge by og den hyggelige by og den spændende by.

I Skt. Peders træde og på Christianshavn finder man de mange forskellige huse og byrum, beboere, spændende butikker, sociale tiltag og masser af mennesker på gaderne. Og så er det både et spændende, et trygt og et hyggeligt sted at være og at lære af.

......................................................................
 

Aftur


Faroe Islands Review 2010 - Copyrigth: © Elin Brimheim Heinesen - Last edited:  24-04-2010  

Explore The Magical Misty World of The Fairy Islands in the North