Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag I
Eftir Elin Heinesen, stjóra í SamViti
Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av
eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska
samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum
millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur
ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er neyðug at taka, um vit
ynskja at flyta okkum inn í nýggju tíðina og varðveita okkara vælferð
framyvir.
Hetta er ikki nakað, sum hendir bara her heima hjá okkum. Men munurin er
helst tann, at hjá okkum er størri munur á ættarliðunum, tí menningin frá
veiðusamfelag til vitanarsamfelag hendir yvir styttri tíð.
Kring heimin snýr umskiftið seg í løtuni nógv um, at fleiri og fleiri fólk
viðurkenna, at náttúran ikki er nøkur ótømandi kelda, og at vit ikki kunnu
hava búskaparskipanir, sum taka útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur er
møguligur, tí veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Vit kunnu
ikki troyta náttúrutilfeingið óavmarkað, men mugu liva og virka í
burðardyggari javnvág við náttúruna.
Alheimssamfelagið er tí sum heild á veg úr einum eldri hugburði, har fólk
mest mettu sín status í mun til, hvussu nógv, tey kundu forbrúka og upphópa
av ognum, til ein hugburð, har fólk nú meira meta sín status í mun til meira
óítøkilig virði, sum snúgva seg um sínámillum viðurkenning – um hvørji vit
eru, hvat vit gera og hvat vit uppliva, umframt ikki minst hvussu vit kunnu
geva okkara íkast til at varðveita náttúrutilfeingið (við øðrum orðum
burðardygd). Henda hugburðsbroyting kollveltir forbrúksmynstrið og
alheimsmarknaðin í løtuni.
Á veg inn í vitanarsamfelagið
Líka mikið hvat vit í Føroyum gera ella ikki, so eru eisini vit tí á veg
inn í ein búskap, har virðir í vaksandi mun eru tengd at meira óítøkiligum
viðurskiftum, sum hava t.d. við samleika, vitan, samskifti, og upplivingar
at gera. Vitanar- og upplivingarbúskapurin hevur í teimum londum, vit
samanbera okkum við, langt síðani yvirhálað veiðu- og ídnaðarbúskapin sum
fremsti virðisskapari. Norðanlond t.d. byggja tí í dag sítt ríkidømi fyrst
og fremst uppá vitan og nýskapan ella innovatión, serliga í mun til
burðardygga vinnu.
Henda veruleika mugu vit í Føroyum viðurkenna og lata okkum í til, um vit,
eins og onnur, skulu gera okkum nakra vón um at vera kappingarfør í mun til
umheimin. Vinnan kann ikki longur lata sum um, at veruleikin og marknaðurin
enn er skrúvaður saman sum fyri 30, 20 ella bara 10 árum síðani. Okkara
vinnulív má laga seg eftir nýggju meira óítøkiligu vilkorunum og stremba
eftir burðardygd. “Change or die” ella “Innovate or die” verður sagt millum
vinnulívsfólk úti í heimi.
Bestu søgurnar skapa størsta vinningin
Vit kunnu ikki longur dúva einans uppá rávøru- og framleiðsluídnað, tí
hóast tað sjálvandi er og altíð vil vera ein stórur marknaður fyri
grundleggjandi neyðsynjarvørum sum mati t.d., eru tað ikki longur bara tær
fysisku vørurnar í sær sjálvum ella fysiskir eginleikar við vørunum, sum
hava virði fyri keyparan. Virði á vørum verður í størri og størri mun mett
eftir, um vørurnar onkusvegna styrkja samleikan hjá keyparanum – t.d. keypa
nógv fólk vistfrøðiligt, tí tað fær tey at føla seg sum betri menniskju at
eta sunnari og gera nakað gott fyri náttúruna.
Keyparin hevur lyndi at velja vørur eftir virðum, sum verða løgd aftrat
fysisku vørueginleikunum og rindar ofta upp til fleirfaldað fyri hetta
meirvirði. Tí síggja vit ofta, at vørur kunnu hava fullkomiliga eins
fysiskar eginleikar, men heilt ymiskan prís, tí mesta virði liggur ikki í
fysisku eginleikunum. T.d. kostar ein vanligur pakki við einum kg av salti
um 6 kr. Beint við síðuna av stendur ein annar pakki við somu nøgd av salti,
sum kostar 36 kr. Munurin á góðskuni ella framleiðsluhátti rættvísger sum so
ikki ein so stóran prísmun. Tað, sum ger størsta munin, er, at tað stendur
Læsø salt á dýrara pakkanum. Søgan um, at saltið kemur úr Læsø, virðisøkir
sostatt saltið við 600 prosentum! (Les um Læsø salt her:
http://www.sydesalt.dk/)
Tað er alneyðugt, at vit í Føroyum fata týdningin av, hvussu stórt árin
góðar søgur kunnu hava, og at vit byrja at brúka hesa tilvitan meira í
okkara vinnulívi. Góðar søgur hava ikki bara týdning fyri príssetingina av
vøruni, men ofta eisini í mun til at byggja eina heila síðuvinnu upp kring
vøruna, eins og tey hava gjørt á Læsø, har ein lønandi ferðavinna er bygd
upp um saltútvinsluna.
Kappast um hugskot og søgur
Vit síggja, hvussu virðisskapan í størri og størri mun fer fram í
gjøgnum vøru- og konseptmenning – har nýggjar vørur verða uppfunnar, ella
verða mentar til at hóska til serligan tørv ella kring eitt ávíst konsept –
umframt ígjøgnum at vørur verða spunnar inn í søgur og sniðgeving, sum tala
til kenslulív, lívsvirðir og samleika. Okkara kappingarneytar kappast tí
mest um, hvør kann finna uppá mest sermerktu hugskotini og siga bestu
søgurnar.
Hetta er eitt annað fokus enn tað, vit vanliga hava haft í Føroyum, har vit
higartil hava roynt at varðveita ein siðbundnan reinan ídnað – tvs. fyrst og
fremst fiskiveiðu, ráfiskakeyp og –sølu – sum higartil hevur troytt
náttúrutilfeingið so nógv sum gjørligt, ofta langt út yvir tað burðardygga,
ístaðin fyri at fokusera uppá at skapa meirvirði burtur úr tilgeingiliga
tilfeinginum ígjøgnum innovatión, kreativa vørumenning og ígjøgnum
marknaðarføring og ‘storytelling’, sum tykist verða undirmett og ofta
raðfest sera lágt.
Føroysk vinna má saðla um
Hugburðurin serliga í høvuðsvinnu okkara er serstakliga nógv tengdur at
sjálvari veiðu- og framleiðslumentanini, har vónin verður løgd í at forvinna
so nógv sum gjørligt, tá ráfiskaprísurin er høgur – og annars bara bíða
eftir betri tíðum. Hetta – saman við ytri ávirkanum sum t.d. oljuprísinum –
skapar sjálvandi ein sera viðkvæman óstøðugan búskap.
Nógvir føroyingar, sum hava sítt livibreyð í veiðu- og framleiðsluídnað,
tykjast hava ilt við – ella mótvilja ímóti at seta seg inn í alt tað
óítøkiliga, sum í dag hevur fingið so stóran týdning fyri virðissetan av
vørum á alheimsmarknaðinum. Tað lættasta er at lata sum um, at tað
óítøkiliga ikki spælir ein serliga týðandi leiklut. Ístaðin fyri at laga seg
til nýggju vilkorini á alheimsmarknaðinum, verður roynt at verja um ein
gamlan hugburð, har verðin var meira einføld og virðir ítøkilig. Hesin
hugburður royndist væl einaferð, men ikki longur. Nógvar ressursur verða tí
spiltar uppá at fáa tað almenna til at halda kunstigt lív í einari reint
rávøruframleiðandi vinnu, sum í veruleikanum er deyðadømd, um hon ikki
saðlar um.
Vit dragna afturúr á alheimsmarknaðinum
Veruleikin er tann, at tilfeingið er avmarkað, flutningsútreiðslur verða
helst ikki bíligari, vøruútboðið og kappingin er størri enn nakrantíð,
krøvini frá marknaðinum til burðardygd økjast í hvørjum – og ikki minst, at
óítøkilig virði – so sum førleikarnir til at samskifta – í størri og størri
mun avgera, hvat ið kann umsetast til pengar. Um vit ikki raðfesta
virðisskapandi vørumenning, burðardygd og marknaðarføring hægri, enn vit
gera, fáa vit tað nógv torførari við at skilja okkum frá øðrum, sum
framleiða nakað tað sama sum vit – og nógv torførari við at fáa ein góðan
prís fyri vørur okkara. Hetta gongur út yvir samfelagsbúskapin – í hvussu
stóran mun, kunnu vit bara gita um!
Hví gera vit so ikki meira við nýskapan – við at menna vørur og við
samskifti og marknaðarføring, um tað kundi verið loysnin? Tað eru uppgávur,
sum t.d. ein akademisk arbeiðsmegi kann loysa, men tað tykist, sum um at vit
enn hava eina íbygda arga mótstøðu ímóti at ‘akademisera’ okkara vinnulív.
Meira um hetta í næstu greinini, sum kemur í morgin....
Elin Heinesen, stjóri í SamViti, sept. 2008
Aftur |