Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag III
Eftir Elin Heinesen, stjóra í SamViti
Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja
beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir
fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til
møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til.
Men júst hesin hugburður er helst størsta forðingin. Vit hava brúk fyri at
fokusera á møguleikar og suksessøgur, heldur enn á forðingar og at grenja um
gongdina og hvønnannan.
Skulu vit skapa betri grundarlag fyri neyðugari vinnumenning og
búskaparvøkstri, mugu vit tora at siga: Jú, tað ber til! Tað ber til við at
hugsa øðrvísi og lata upp fyri at síggja møguleikar aðrastaðni, enn vit fyrr
hava sæð teir. Hvussu ber tað til, at New Zealand kann selja seyðakjøt og
Thailand kann selja rækjur í Føroyum? Lond, sum liggja hinumegin knøttin!
Hvat duga tey, sum vit ikki duga?
Hetta eiga vit at læra av. Eisini kunnu vit læra av, hvussu lond, vit
samanlíkna okkum við, t.d. hava samantvinnað handilsliga og mentanarliga
fatan í nógv størri mun enn vit. Og vit kunnu læra av, hvussu onnur við
stórum viðburði hava dugað at ment vitanar- og upplivingarsamfelagið
ígjøgnum fokus á nýskapan, nýhugsan, tøkniligt knowhow og vørumenning.
Samstarv flytir okkum inn í nýggja búskapin
Fyrst mugu vit flyta fokus. Fremstu kappingarneytar okkara eru ikki at
finna innanfyri landoddarnar, men eru útlendskar fyritøkur. Heldur enn at
brúka orku uppá óneyðuga dýra innanhýsis kapping, eiga vit at vera opin fyri
jaligum og fordómsfríum samskifti innanhýsis í føroyskari vinnu, millum tað
almenna og vinnuna, og millum føroyingar og áhugapartar uttanlands – og
ganga saman um at náa málum, øll hava felags áhuga í.
Ein møguleiki er at semjast um heildarætlanir fyri ymisku vinnurnar, ið
skulu tryggja, at politiska skipanin ikki leggur óneyðugar løgfrøðiligar,
handilsligar og aðrar forðingar í vegin, og at vinnan ikki leggur óneyðugar
forðingar fyri sær sjálvari, men heldur samstarvar, har samstarv er møguligt
til gagns fyri allar partar. Hetta samstarvið er alneyðugt, um vit veruliga
skulu flyta okkum inn í nýggja búskapin.
Vilja vit ganga nýggjar leiðir, og vilja vit samstarva og netverka eisini
tvørtur um siðbundin mørk og tvørtur um landamørk, har tað ber til, standa
vit nógv sterkari úteftir. Soleiðis tryggja vit eisini nýskapandi og
virðisøkjandi kreftum bestu umstøður, so enn fleiri og fjølbroyttari
virðisskapandi fólk dragast at hesum landi.
Mugu leggja dent á vakstrar- og útflutningsvinnu
Men til tess at náa hesum máli má nógv størri fokus vera á vakstrar- og
útflutningsvinnu – serliga á at menna handils-, tænastu-, vitanar-, ferða-
og upplivingarvinnu (vinnur, sum við altjóða heitum eru: BornGlobal og/ella
BornCreative), tí tað er har, vit hava stórar møguleikar fyri víðkan. Tað er
har akademisku førleikarnir veruliga gera mun. Og tað er har framtíðar
møguleikarnir fyri búskaparvøkstri liggja. Tað er ikki løtuverk, men eru vit
framsíggin og proaktiv, økja vit okkara tjansir at skapa ein væl sterkari
búskap, enn vit hava í dag.
Einki er til hindurs fyri, at eisini vit kunnu gera okkara vitan, okkara
mentan og okkara umhvørvi til eitt jarnbrot fyri vøkstur og menning her á
landi, og harvið skapa fyrimyndarligan gróðrarbotn fyri framtøk, ið skapa
áhuga út um landamørk og vøkstur fyri samfelagið sum heild. Her er vitanar-
og upplivingarbúskapurin (herundir t.d. ferðavinna) ein hóskandi vegur at
ganga hjá okkum í Føroyum, tí her hava vit kanska betri kort á hondini enn
tey flestu, um vit bara duga at brúka tey. Fyrimunurin við vitanar- og
upplivingarbúskapinum er, at vit kunnu framleiða vørur, sum eru eindømi, og
sum ikki kunnu hópframleiðast – serliga tá upplivingarnar er tengdar at
landinum, vit búgva í.
Framtíðin liggur í nichuvørum
Siðbundna vinnan og ídnaðurin liggur í blóðugari kapping við onnur, sum
framleiða nøkurlunda somu vørur nógv bíligari, og steðgar meira ella minni
upp í løtuni. Meðan vinnur, ið framleiða virðisskapandi vitan, unikkar
vørur, tænastur og upplivingar, eru í stórum vøkstri. Tí er tað av
serstakliga stórum týdningi, at vit byrja at fokusera á, hvat vit kunnu
framleiða av øðrvísi, serstøkum vørum og tænastum – ítøkiligum sum
óítøkiligum virðum. Samstundis mugu vit duga at gagnnýta øll, sum kunnu geva
sítt ískoyti til nýggja búskapin – til vørumenning og til munadygga
marknaðarføring. Vit mugu bjóða bestu og mest nýskapandi arbeiðsmegini bestu
møguleikarnar fyri at liva og virka her á landi. Til ber at byrja tíðliga
við t.d. at bjóða lesandi praktikkpláss í føroyskum fyritøkum, har tey kunnu
loysa viðkomandi vinnuligar uppgávur.
Føroyskar vørur og tænastur umboða nichur á altjóða marknaðinum, sum hava
góðan møguleika at vekja ans millum partar av altjóða keyparaskaranum. Her
ræður um at gera rættar íløgur, og vita, hvar íløgurnar gera størsta munin.
Tvs. málrætta vørumenning og marknaðarføring til úrvaldar marknaðir og
málbólkar á ein hátt, sum bindir saman vørunnar uppruna og trúvirði við
fatanina fyri tørvinum í tí serstaka marknaðinum, har vøran skal seljast.
Hjáútvinsla ein góður møguleiki
Vit hava eina siðbundna fiskivinnu, sum als ikki brúkar allar teir
møguleikar, sum liggja í rávøruni – fiskinum. T.d. er Danmark størsta
insulinútflytandi landið í heiminum í dag, tí danir dugdu at menna nýggjar
møguleikar burturúr hjáútvinsluni frá teirra umfatandi siðbundu
svínaframleiðslu. Soleiðis eiga eisini at liggja aðrir – kanska stórir –
møguleikar í okkara høvuðsvinnu, sum vit bara kunnu fáa eyga á, um vit tora
at hugsa og gera tingini eitt sindur øðrvísi, enn vit plaga.
Summi eru gingin undan við nýhugsan, so heilt eiðasør eru vit ikki. Men vit
eiga at gera væl meira burtur úr hesum. Kunnu vit t.d. fáa meira burtur úr
fiskalivur ella fiskaskræðu? Kunnu vit fáa meira orku burturúr vindi, aldum
og streymi, sum vit hava so ríkiligt av? Liggja ótroyttir møguleikar í
upplivingar- og ferðavinnu? Her má gransking og íløgur til fyri at skapa
fortreytir fyri vørumenning og dyrkan av nýggjum marknaðum.
Meira beinrakin marknaðarføring
Tørvur er á at gera føroyskar vørur og tænastur sjónligari og lættari
tilgeingiligar á altjóða marknaðinum tey røttu støðini – serstakliga umvegis
internetið, tí internetið er ein alráðandi miðil, sum kollveltir
heimsmarknaðin í løtuni. Tað er blivið meira ómakaleyst enn nakrantíð hjá
fólki at leita sær vitan um vørur – og at bíleggja og keypa tær, hóast tær
verða framleiddar hinumegin knøttin. Hetta hevur rættiliga sett ferð á
alheimsgerðina. Keyp og søla fer í stórliga vaksandi mun meira og meira fram
ímillum smærri eindir – peer to peer – sum kunnu liggja nógvar túsund
kilometrar burtur frá hvørjum øðrum. Tað ger ikki mun. Hetta er eitt nýtt
atferðarmynstur á marknaðinum, sum veruliga kann koma okkum, sum eru so smá,
til fyrimuns.
Her mugu vit finna fram til, hvussu vit t.d. kunnu gera okkum galdandi á
einum alheimsmarknað, har kappingin er beinhørð og harðnar alt meira, jú
fleiri brúka internetið. Tað er hesari avbjóðing, vit mugu møta. Hvussu raka
vit rætt, og hvussu eydnast vit við einari marknaðarføring, sum kann skapa
kensluna av samleika og samkenning – tvs. inspirera fólk til at hugsa:
“Hetta er ‘cool’ fyri meg at keypa”?
Hvussu hugtaka vit onnur?
Um vit vilja økja okkara umsetning, mugu vit duga at spinna vørur okkara
inn í søgur, sum fáa fólk til at tilleggja vørunum meira týdning ella meira
virði, enn vøran í sær sjálvum ítøkiliga hevur, og soleiðis geva vørunum ein
samleika, sum ger, at tær verða lagdar merki til og kendar aftur. T.d. at
lýsa vørurnar í einum samleikaskapandi og/ella sniðgevingarligum høpi á ein
slíkan hátt, at fólk antin kenna seg aftur, vera hugtikin ella bara halda,
tað er spennandi og ‘cool’ at keypa júst eina tílíka vøru, tí tað sigur júst
teimum nakað serligt.
Tað er tí, tað er so neyðugt, at vit saman finna út av, hvat okkara brand
er. Hvat er okkara styrki. Hvat er okkara ‘genious’. Hvussu brúka vit tað?
Hvussu vísa vit okkara vørur fram á ein lættan og brúkaravinarligan hátt?
Hvussu møta vit eftirspurninginum úti í heimi og seta okkara vørur inn í
hetta høpi? Og hvussu fortelja vit søgurnar um vørur okkara á ein
áhugavekjandi, hugtakandi og minnisverdan hátt? Hvørjir eru møguleikarnir at
koordinera tað við ferðavinnu og annað sum stuðlar uppundir brandið? So sum
tey t.d. hava gjørt á Læsø, har siðbundna saltframleiðslan á oynni eisini er
ein stór ferðafólkaattraktión, sum er við til at stuðla uppundir brandið
‘Læsø salt’. (www.sydesalt.dk).
Ganga saman um at branda okkum
Øll kunnu sjálvandi royna at gera hetta hvør sær – tvs. hvør fyritøka
brandar seg individuelt og klárar seg sum best soleiðis. Men í stóra
samanhanginum eru føroyskar fyritøkur mikroskopiskar. Ofta er úrslitið bara,
at avmarkaða fíggjarorkan hjá okkara lutvíst sera smáu fyritøkum ger alt ov
lítlan mun, og at fyritøkurnar so ístaðin kappast ósunt og køva hvønnannan
innanhýsis, áðrenn tær nakrantíð eru náddar út í heim.
Ein annar – meira konstruktivur møguleiki er at ganga saman í netverk fyri
øll, sum síggja fyrimunirnar í at arbeiða saman fyri at standa sterkari í
kappingini frá útheiminum og skapa ein meira vitanar- og
upplivingargrundaðan búskap í Føroyum.
Til ber at seta sær mál og gera heildarætlanir saman – í netverkum ella
tvørfakligum bólkum – t.d. ætlanir fyri, hvussu fiskivinna kann fáa betri
nyttu burtur úr menniskjansliga tilfeinginum, eisini teim væl útbúnu – og
hvussu vit gera hetta tilfeingið meira tøkt. Hetta er ein háttur at seta
ferð á vakstrar- óg útflutningsvinnu og skapa synergi til gagns fyri bæði
einstakar fyritøkur, føroyska vinnu og samfelagið sum heild.
Elin Heinesen, stjóri í SamViti, sept. 2008
Aftur |