26. okt. 2000:
Nå, du kommer fra nasserlandet!
Eftir Elin Heinesen
"Nååh, du kommer fra nasserlandet!?"... "Nååh, så du er færing! Det er jo
jer, der malker vores statskasse for at bygge en masse dyre unødige broer og
tuneller, ikke...?"
Oftani hoyri eg tílíkar stuttligar viðmerkingar herniðri, tá eg avdúki mín
uppruna. Tey sum tora at siga hart, hvat tey hugsa, siga tað við einum
ironiskum smíli og hyggja so kannandi at mær, um eg nú bleiv firtin. Tey meina
tað ikki illa, so eg smílist bara aftur. Men tað er nívandi kortini, tí tað ber
boð um, at fordómarnir trívast.
Tað nyttar einki at verja seg. Tað er neyðarsligt. Henda grunna fatanin av
Føroyum er negld føst við sjeytummaseymi í tilvitanini hjá dønum aftaná tað
umfatandi fjølmiðlarokilsi seinastu árini - fyrst um Sjóvinnubankakrakkið og um
biddaraferðirnar hjá Landstýrinum, so um gøluna við Den Danske Bank, har
føroyingar at enda hálaðu tað langa stráið og "stungu av við milliardum" - og
so nú um fullveldisætlanina hjá føroyingum, sum nógvir danir uppfata sum ein
frekleika aftaná at føroyingar hava fingið 'í posa og sekk'.
Føroyingar eru ótakksamir! Hví vilja tit ikki vera saman við okkum? hugsa tey.
Jamen, um tit vilja klára tykkum sjálvi, so sleppi tykkum burturúr
ríkisfelagsskapinum og tað í stundini! Hvat skulu vit brúka slíkar nassarar
til?! Vit tíma ikki at spilla eina krónu meira uppá tykkum!
Nei, føroyingar hava einki gott orð á sær í Danmark. Og hví er hetta íkomið? Eg
gleði meg ikki, nú føroyingar aftur verða blakaðir fyri leyvurnar í sambandi
við fullveldisfundin millum landsstýrið og Nyrup og hansara menn.
Timingin er fullkomin - fyri Nyrup! Tað stundar móti fólkatingsvalið.
Ríkisstýrið er illa umtókt eftir ta (fyri ríkisstýrið) miseydnaðu
evru-fólkaatkvøðuna. Oljan er dýr sum ongantíð fyrr og 'pinsapakkin' leggur
byrðu oman á byrðu, nú oljan orsakað av eyka avgjaldi verður enn dýrari eftir
nýggjár. Danmark er í tvíningum um innflytara- og flóttafólkamálið. Ónøgdin
veksur...
Og hvat liggur tá meira væl fyri hjá Nyrup enn at skunda sær at nýta høvi til
at peika eftir føroyingum, sum 'halda seg vera' og koma til Danmarkar at seta
krøv, sum í flestu dana eygum eru púra órímilig...!? Nyrup hevur brúk fyri eini
søk, sum kann 'samla natiónina'! Og her eru føroyingar eitt kærkomið amboð hjá
honum!
Góða landsstýri. Tað hvílir ein tung ábyrgd á herðum tykkara, nú tit í
skrivandi stund samráðast við danir. Eg vóni, tit fara hóvliga fram, so tit
ikki gerast 'hentir býttlingar' hjá Nyrup. Danir skilja ikki - og vilja ikki
skilja - seg sjálvar sum verandi hjálandaharrar. Tí nyttar ikki at royna at
sannføra teir um 'sannleikan'. Tit fáa bert vónbrot sum úrslit og risikera at
meira ilt kemur ímillum tjóðirnar við stórum menniskjansligum kostnaði fyri tey,
ið hava eitt bein hvørjumegin. Næstan hvør einasta familja í Føroyum eigur
familju í Danmark. Og nógvir danir búgva og búleikast í Føroyum. Tað nyttar tí
ikki bara at siga: 'Skítur verið við hasum lorta danskarnum!'
Vilja vit hava fullveldi (sum eftir mínum tykki má vera ósvikaliga málið) og um
onnur skulu virða og taka okkum í álvara, mugu vit leggja veruliga tyngd
aftanfyri øll orðini við at skipa samfelagið, so tað verður fíggjarliga
sjálvberandi sum skjótast. Tá nústani fer at bera til at fáa innanhýsis semju
og nakað veruligt at tingast um.
Elin Heinesen,
Sosialurin, oktober 2000
Aftur |