29. apr. 2003:
Bjargiš Kondittarķnum!
Eftir Elin Heinesen
Ķ vikuni fekk eg eitt teldubręv viš omanfyrinevndu yvirkrift, har heitt var
į meg at skriva undir uppį, at Kondittarķiš eigur at varšveitast og latast upp
aftur sum Kondittarķ. Įheitanin veršur seinni latin eigaranum, Bżrįšnum,
Mišbżarfelagnum og blųšunum. Fyrst hugsaši eg
ein sera sympatiskur tanki, men
nyttar hetta nakaš?
Er - ella var - Kondittarķiš ikki ein undirskotsforrętning? Kann ein so krevja
av eigaranum at lata Kondittarķiš uppaftur
? Men minnini og nostalgiin komu
eisini į meg
Sķšani eg var umleiš 14 įra gomul, hevur Kondittarķiš veriš eitt fast - og
eisini best dįmda - tilhaldsstašiš hjį męr ķ Havnini. Hóast vitjaninar tey
seinastu įrini ikki hava veriš eins nógvar og fyrr, tķ eg nęstan bara havi
veriš ķ Fųroyum um summariš, hevur mynstriš veriš taš sama: Hvųrja ferš eg var
ķ bżnum, mįtti eg - sum so mangur annar - leggja leišina inn į Kondittarķiš at
vita, um ikki onkur, eg kendi, sat inni har. Og aloftast var taš so, at onkur
var at skifta orš viš. Tęr, sum serverašu - Hanna, Randi, Heinina, Frida, Merry
og allar hinar góšu, gomlu serveringsdįmurnar vóru so altķš har at tosa viš.
Ķ fyrstani, tį eg bara var tannįringur, var Kondittarķiš eitt stak spennandi og
eitt sindur forkunnugt staš at fara inn og spęla eitt sindur vaksin saman viš
teim vaksnu. Har sótu tey, sum myndašu Havnina, og vit hugdu og lurtašu og sugu
av fortķšini. Men seinni tį fleiri og fleiri javnaldrar eisini stukku inn į
gólviš ognašu vit okkum Kondittarķiš sum okkara hugnastaš eisini, og so viš
og viš gjųrdust vit eisini havnarmyndir, sum tey ungu hugdu at og lurtašu eftir
viš forvitni. Fasta klientelliš į Kondittarķnum kendist sum ein partur av
familjuni. Hvųrja ferš eg kom inn, spurdu tęr, sum serverašu, viš įhuga, hvussu
gekst, og tęr hava fylgt viš ķ lķvi mķnum heilt fram til dagin ķ dag. Og
soleišis gjųrdu tęr Kondittarķiš til eitt so heimligt staš at koma inn.
Į Kondittarķnum flutu samrųšurnar millum gestirnar lętt. Ofta sat onkur, eg
kendi, saman viš onkrum ųšrum, eg ikki kendi, og so var lagamanni at lęra
eisini hetta fólki at kenna. Og mangt var at prįta um. Altķš okkurt į skrįnni
altķš okkurt at hava eina meining um - politikk og annaš, sum nś varš į vįsi.
Men taš var ikki neyšugt altķš at prįta ķ eyst og vest. Kanska tś fórt inn bara
fyri at sita ķ einingi og lesa blųšini. Ella tś fórt viš einari vinkonu inn at
sita ķ einum horni onkustašni at prįta so spakuliga um intimar
fortrešiligheitir, tś nś hevši viš manni, bųrnum ella ųšrum, sum eingin uttan
vinkonan mįtti hoyra um. Ella tś fórt inn viš dóttrini at hvķla beinini aftanį
ein longri innkeypstśr at njóta ein deiligan témunn afturviš einum
franskbreyšsbita viš rullupylsu ella ųšrum. Ella tś fórt inn viš śtlendskum
gestum at vķsa teimum hetta serfųroyska staš, sum ikki kennir sķn lķka ķ
heiminum og tey nikkašu og sųgdu seg vęl skilja, at hetta stašiš var so vęl
umtókt. Ella tś fórt inn at halda ein óformellan arbeišsfund viš onkran
. osfr.
Alt bar so vęl til į Kondittarķnum, tķ her var hugnin, tann rętti frišsęli
dįmurin og ikki tann harši tónleikurin, sum ofta dominerar so manga ašra
stašni, har sterkari lųgur veršur seldur og ein nęstan mį rópa fyri at hoyra
hvųnn annan. Onnur meira nżmótans stųš eru komin, sum į sķn hįtt klęša Havnini,
tķ ein nżggjari pulsur skal eisini til ķ einum metropoli, men Kondittarķiš
var Kondittarķiš tann tryggi grundsteinurin, sum ikki broyttist. Trįšurin
aftureftir, sum setti restina ķ relieff. Eg dugi ikki viš, at hesin trįšurin nś
er kvettur! At eg ikki kann fara inn į Kondittarķiš nalvan ķ Havnini - tį eg
komi heim aftur ķ summar at tryggja męr, at Havnin enn er stašiš, eg innast
inni hoyri heima, tķ her traškaši eg barnaskógvarnar og vaks upp saman viš
ųllum hinum havnarfólkunum.
Taš er, sum um einki annaš kann setast ķstašin, sum gevur męr taš sama, sum
Kondittarķiš gjųrdi
Eg sigi ikki, at taš gamla pr. definitión altķš er
vert at varšveita bara tķ taš nś einaferš altķš hevur veriš har. Taš er
neyšugt viš eini įvķsari endurnżggjan ķ einum samfelag alla tķšina og
okkurt mį fella, iš ikki kann standa. Hin vegin er taš heldur ikki so, at alt
taš nżggja pr. definitión altķš er betri enn taš gamla
Okkurt millumting
mį vera onkustašni. Havnarmentanin hevur eitt staš sum Kondittarķiš fyri
neyšini, tķ Kondittarķiš var fram um alt stašiš har fortķš og nśtiš, ung og
gomul, mųttust og bundust saman.
Eg vóni inniliga, at til ber at finna onkra loysn, so Kondittarķiš kann
stušlast og lata upp aftur - og enn vera tann nalvin Havnarfólkiš saknar. Tķ
skrivaši eg undir įheitanina, og heiti į onnur um at gera taš sama
Elin Heinesen
Sosialurin, aprķl 2003
Aftur |