26. nov. 2000:
Jólini eru ikki fyrr enn december
Eftir Elin Heinesen
Longu í oktobur byrjaðu tey at pynta í handlunum her niðri. Og nú er um
reppið at vera desembur, men eg eri slettis ikki komin í jólahýr enn. Alt hetta
jólastákið í ótíð hevur virkað heilt umvent uppá meg. Eg vil ikki hava jól
fyrrenn jólini eru, tí eg verið so troytt og móð av jólunum, langt áðrenn tey
eru byrjað!
So eg lati oyru og eygu aftur, so nógv sum eg kann, so eg ikki verði tikin á
bóli av hesum jóla-óløginum, sum skolar út yvir landið. Eg haldi ikki, eg eri
tann einasta, sum hevur tað soleiðis… Fyri tveimum árum síðani, júst um hesa
tíðina, tá dóttur mín var átta ára gomul, funnu børnini í frítíðarheiminum hjá
henni uppá at mótmæla at halda jól so tíðliga. Tey gjørdu sær plakatir, sum tey
settu upp í vindeyguni út móti ferðslutungu gøtuni St. Kongensgade, har nógv
fólk kom framvið og kundi síggja boðskapin. Á plakatunum stóð við stórum stavum:
”Jólini eru ikki fyrrenn í desembur!”
Og jú mínsann. Tað vakti ans. Hetta var, sum tá drongurin á sinni helt fyri, at
keisarin ikki var ílatin! Børnini komu í bæði útvarp og sjónvarp og alt. Tey
blivu spurd um, hví tey høvdu funnið uppá hetta. Um teimum ikki dámdi jólahugna?
Ájú, tað var jú nettupp tí tey IKKI vildu hava jólahugnan spiltan, at tey
heittu á fólk um at binda frið! Og kring alt Danaland vóru tað ivaleyst nógv,
sum nikkaðu og ásannaðu, at hesi skilagóðu børnini høvdu so púra rætt.
Jólini eru ikki tey somu, sum tey vóru, tá eg var barn í Føroyum. Í seytjan ár
havi eg bara tvær ferðir verið heima á jólum - seinastu ferð fyri 7 árum síðani,
so nógv kann vera broytt harheima, sum eg ikki veit um. Men sum eg minnist
føroysk jól, eru tey væl meira merkt av jólasálmum og kirkjugongd enn jólini
herniðri. Í Danmark í dag er Jesusbarnið næstan heilt gloymt í øllum rokanum av
nissum og jólamonnum. Útvarpið spælir bara popput jólaløg. Hvar eru teir
hugnaligu friðarligu jólasálmarnir? Alt er merkt av, at handlarnir vilja tjena
sær so nógv oyru sum yvirhøvur gjørligt. Lýsingar floyma úr bløðum, sjónvarpi
og útvarpi. Handilsgluggarnir skína og bleiktra í alskyns føgrum litum. Og alt
verður kryddrað við einum ljóðteppi av jólapoppi, sum skal smyrja okkum oyruni
og gera knøini bleyt, so vit lættari lata okkum freista.
Tað eydnast eisini at fáa fólk at renna runt sum ør á gøtum og geilarhornum inn
og út úr handlum - ofta mest fyri at hyggja uttan at keypa nakað, tí
avgerðirnar, um hvat skal keypast til moster Bente og Onkel Søren og øll hini
verða kortini ikki tiknar fyrr enn í síðstu løtu av teimum flestu. Úrvalið er
so risastórt, at fólk verða púra ørkymlað av tí. Vit mugu jú fyrst vita, hvat
er at fáa hjá hvørjum, og hvat tað kostar í mun til í hinum handlunum. Tað
tekur tíð - og orku. Ístaðin fyri at ansa eftir neyðars pengapungum okkara og
bara hugna okkum í frið og náum heima, renna vit pøst og við sveittabrot avstað
sum seyður, ið verður rikin í rætt, og spilla okkum sálarfriðin. Beint nú eru
tað bara hesi strævnu jólini, sum eg bíti merki í. Allarhelst tí eg enn ikki
havi loyvt rætta jólahýrinum innum enn. Ikki talingur um, at hann sleppur
framat fyrrenn 1. desembur! Men so… so vóni eg, at hann kemur.
Í ár havi eg so høvi til nakað, sum eg ikki havi havt høvi til fyrr, sum kanska
hjálpir - at lurta eftir føroyskum útvarpi á alnótini! So klárt og týðiligt,
sum var eg stødd í Føroyum! Eg droymi um at uppliva bara eitt pinkalítið sindur
av tí meira heimliga jólahugnanum, sum eg minnist, at útvarpið var ein so
stórur partur av, tá eg var barn. Men eg óttist fyri, at siðirnir hjá tykkum
heima eisini á hesum økinum hava nærkast (ó-)siðunum á fastlandinum…
Men seinasti møguleikin er ikki troyttur, kann eg ugga meg við - eg havi eina
dóttir, sum er í røttum jólaaldri enn. Børn og jól - tað hoyrir saman. Um ikki
nakað annað kann gera tað, so fer tað uttan iva fyrr ella seinni at eydnast
henni at sleppa jólahugnanum innum og smitta mammu sína við rætta jólahýrinum!
Elin Heinesen
Sosialurin, november 2000
Aftur |