Faroe Islands Review
E
xplore A Microcosmos In The North Atlantic
The Faroe Islands
- A Fresher Country

Klummur

Útvarpsklumma 4. oktober 2007:

Kom nú yvir hatta kynsstríðið!

 

Eftir Elin Heinesen

Eg gleði meg til, at meira javnvág kemur í umboðanina fyri bæði kyn – bæði á tingið og nógva aðrastaðni í samfelagnum – so vit kunnu koma yvir alt hetta kynstosið. Eg haldi tað er so troyttandi, at vit blíva við at tosa so nógv um kvinnur í mun til menn.

 

Nú skulu føroyingar skjótt á val. Og nógv verður tosað um, at vit skulu velja kvinnur inn á ting. Hesum taki eg fult undir við. Tað hevði verið sera sunt fyri hetta samfelagið um betur kynsjavnvág var í tinginum - og í heila tikið í leiðslum í fyritøkum og í almennum stovnum. Útlendskar kanningar vísa, at tað er betri trivnaður í fyritøkum við kynsjavnvág í leiðslunum, har t.d. ein kvinna og ein maður deila ovastu rók. Slíkar fyritøkur hava oftari eisini betri tøl á botnlinjuni enn aðrar fyritøkur.

Men tað virkar sum um vit ikki eru komnar av fetanum í so máta, síðani eg var limur í Kvinnufylkingini í 70'unum. Vit tvassa enn í tí sama. Eg haldi, at alt hetta kynstosið er bara við til at halda fast í gamlar fordómar. Eg eri troytt av at blíva mint á mítt kyn í heilum. Eg eri troytt av generaliseringum: Menn eru so og so – og kvinnur eru so og so. Eitt tos, sum ofta bara førir til ábreiðslur og brigsl, og sum varðveitir fordómarnar og frástøðuna millum kynini.

Jú-jú, tað er nú einaferð so, at vit kvinnur hava lyndi til at eta meira kaninføði enn menn, at vit hava PMS og okkara bindi- og slatriklubbar og menn hinvegin hava sín fótbólt, sínar 400 grams búffar og sítt mannfólkareyp. Tað er alt í fínasta lagi at hava nøkur frírúm fyri okkum sjálvi í kynsins navni, sjálvt um tey frírúmini – um ein fer at hyggja nærri at teimum – í høvuðsheitum helst ikki eru so ymisk. Eg veit ikki, hvør ber av hinum í ónærisligari talu um hitt kynið, tá ið avtornar. Tað er helst bara menniskjansligt. Hví ákæra hvønnannan fyri nakað, bæði kynini eru líka sek í?

Nei, kynini eru helst ikki so ymisk, tá alt kemur til alt. Eg kundi hugsað mær, at vit sóu hvønnannan nógv meira sum einstaklingar – heldur enn sum umboð fyri mans- ella kvinnukynið.

Eg tími ikki altíð at vera sett í bás við alt kvinnukynið, bara tí eg tilvildarliga eri fødd uttan kynslim. Tað, sum aðrar kvinnur gera ella siga má standa fyri teirra rokning. Eg haldi ikki, ein eigur at undirmeta kynsmunir, men... so sanniliga heldur ikki at yvirmeta teir. Hví skal eg definera mannin sum mín mótstøðumann bara fyri tað um eg eri kvinna? Í mínari verð eru menn og kvinnur eins góð mennisku – hvørki verri ella betri. Ja, ofta føli eg, at eg kann hava meira til felags við (onkrar) menn enn við (onkrar) kvinnur. Eg eri troytt av stívum kynsgreiningum, kynsstríði, kyns-meg-her og kyns-meg-der. Alt hetta kynsgrenjið fremmandager bara menn og kvinnur, so tey taka ónáttúrliga frástøðu til hitt kynið og søkja enn tættari saman í egnu afturlatnu klubbar, tí har kenna tey seg trygg.

Vit treingja ikki til meira frástøðu enn ta, sum longu er har. Lítli munurin er har. Hann noyðast vit ikki partú at undirstrika. Vit kunnu ongantíð renna undan muninum kortini. Tað gevur so í mínari verð onga grund til at stríðast móti hvørjum øðrum. So hví blíva við at føra hetta uppgjørda kynsstríðið víðari, heldur enn at hevja okkum uppum tað, so vit kunnu byrja at tosa saman um verulig evni, sum savna heldur enn at spjaða. Mál, sum hava áhuga fyri okkum øll – bæði kvinnur og menn. So góðu kvinnur: Lat okkum byrja at brúka orkuna uppá at tosa um okkara veruligu hjartamál heldur enn at brúka so nógva orku til at grenja um hitt kynið. Um vit høvdu hevjað okkum uppum kynsspurningarnar, so eri eg vís í, at vit fingu nógv skjótari nógv fleiri kvinnur inn um tingsins gátt.

Elin Heinesen

Útvarp Føroya, 4. oktober 2007
 


Aftur


Faroe Islands Review 2010 - Copyrigth: © Elin Brimheim Heinesen - Last edited:  24-04-2010  

Explore The Magical Misty World of The Fairy Islands in the North